? Hjá okkum hevur akkordegning altíð verið vanlig. Tað hevur verið vanligt, at menn sum einki hava at gera taka ein stamp. Serliga eldri og uppilagstir menn. Men Karstin er ov grammur. (Tað er fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen, teir tosa um.red) Pensiónistar missa fyrimunir og verða hart skattaðir, um teir egna nakrar stampar og tað er ein trupulleiki fyri útróðurin í Klaksvík, sigur landformaðurin hjá útróðrarbátinum, Havsbrún, Magnus Peturson.
Her luktar av ræstari goggu. Gogguknúsarin knúsar eina spann av goggu, skeljarnar enda á gólvinum. Goggan er mest nýtta agn hjá útróðrarflotanum í dag. Hon er feit og fiskar nógv longri enn annað agn. Tað bráar leingi frá henni. Og so tekur toskur serliga væl í hana.
Av handahógvi
Nakrir manns standa og egna. Teir eru so vanir, at fingrarnir hugsa ikki um, hvat teir gera. Tað gongur sum av handahógvi. Høgra hond tekur línu upp, vinstra tekur inn og høgra er kvik niðri aftur á línuni og loysir húkin. Vinstra fer upp í agnabakkan, høgra rættar húkin, krøkir í, og so liggur húkurin niðri í stampinum við agnhaldinum uppeftir og bíðar eftir næsta toskinum úti á grunninum. Teir leggja pappír í millum fyri at línan skal fara greiðari út.
Vit eru í skúrinum hjá einum tí fremsta útróðrarbátinum í landinum. Og vit banka beinanvegin upp undir borðið fyri ikki at hava orðið á bátinum. Spurstungan er arvalig sigst. Havsbrún hevur fiskað av grimd alt heystið. Vikur upp á 72.000 pund, 62.000 pund, 52.000 pund, ja tær hava ikki verið óvanligar í heyst.
Og í skúrinum verður prátað um fisk og alt møguligt annað og mest um fisk. Sam hjá Ginnu-Palla, Sam Bjartalíð er komin inn at vitja. Hann hevur tikist við fisk alt lívið, arbeitt nógv ár á Kósini og fylgir væl við, hvat hendir í okkara høvuðsvinnu.
- Ongin núlivandi minnist sovorðið fiskarí alt árið. Fyrr var tað soleiðs, at fekk tú ikki nakrar brosmur um summarið, so fekk tú einki. Kom bátar aftur í kreppuni ein dagin við 6000 pundum, so varð spurt, hvar teir høvdu verið. Í dag er ikki óvanligt, at bátar koma aftur við 12-14.000 pundum av eini setu, sigur Sam Bjartalíð.
Goggiknúsarin knúsar eirindaleyst goggurnar, sum fyri nøkrum døgum síðan skriðu eftir botninum í firðunum norðanfyri, uttan at gruna, at tær skuldu enda sínar dagar soleiðis.
Viscount og frítt kaffi
Bert ein maður er fast knýttur at bátinum í landi, hinir sum egna, egna fyri akkord og fáa frítt kaffi, verður lagt afturat. Blíðskapurin í egningarskúrinum á Havsbrún er stórur. Vit eru bodnir upp á loft, har niðari endin er innrættaður sum kaffistova. Krúss litað av kaffi standa á borðinum og hugnin minnir ikki sørt um eina messu umborð á skipi, eitt sindur óruddiligt, men har er alt sum tað skal vera. Tvey rein krúss úr einum skápi koma á borðið, tey eru til myndamann og undirritaða, og landformaðurin, Magnus fer eftir køku afturvið. Viscount mint, ensk smákøka, sum er líka kend í Føroyum sum vanligt skapilsi.
- Eg haldi tað er harmiligt, at pensiónistarnir verða so hart skattaðir. Tað førir við sær, at fleiri halda seg burtur frá egningarskúrunum og tað gongur so aftur útyvir útróðurin. Vinna teir meira enn 20.000 krónur, so hvørva fyrimunirnir sum teir annars hava. Tilleggini hvørva, eitt nú oljustudningurin. Hetta ger, at nakrir vilja ikki egna meira enn upp til markið. Hetta er ein keðilig støða hjá útróðrinum av vera í, tí tað hevur altíð verið soleiðis, at akkortegningin hevur verið álitið. Tað hevur eisini týdning fyri trivnaðin hjá eldri monnum, at teir hava møguleikan at taka nakrar stampar. Og egning er fittligt arbeiði, er tú komin upp í árini, sigur Magnus Peturson.
- Eg haldi eisini, at tað er harmiligt, at teir ikki skulu tora at egna fyri skattamyndugleikunum. Karsten er also for grammur, alvorliga grammur. Men tað eru summir sum einki leggja í, at teir missa rættindi við at egna. Tað eru menn, sum eru so glaðir fyri samveruna í egningarskúrinum, at teir egna, hóast hetta gongur út yvir teirra fíggjarliga úrslit seinni, sigur Magnus.
- Tað mest harmiliga er, at her ganga menn sum kunnu egna, men sum ikki fáa, tí teir so verða knokkroyttir av skatti.
- Eg fari at heita á politikkararnar um at gera nakað við hetta málið, sigur Magnus og uttan at siga tað við orðum, so sipar hann serliga til Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, Anfinn Kallsberg, løgmann, Heina O. Heinesen, tingmann og Jógvan við Keldu, tingmann og so Vilhelm Johannesen, tingmann eisini. »Okkara menn, tit vita«. Tað er ikki bara at biðja um at sleppa á ting og so føgur orð upp undir val.
Og hann, egningarformaðurin skal tala, heldur ein fyri, hann fær fleiri 1000 krónur um dagin, meðan vit egna upp á akkord, 100 krónur fyri stampin, so er tað sagt.
45 setur
Vit koma uttan nakra stýring inn aftur á fiskivinnuprát, tað er sjálvsagt annað orðið í hesum sambandi. Vit eru stødd seinastu dagarnar í november og tað er sjálvandi eitt lottaríspæl, hvussu restin av árinum fer at vignast, um viðrar, ella um desember verður allur ein uppiløgumánaði ella ikki. Í egningarskúrinum hjá Havsbrún eru teir nøgdir við tað sum higartil er farið av árinum.
- Serdeilis gott ár, Onkur bátur hevur longu havt 45 setur síðan kvotuárið byrjaði í september og tað er óhoyrt, sigur Kjartan Joensen, meðan hann egnir av grimd. Og knappliga havi eg eina keldu til eitt annað projekt, eg eri í gongd við. Kjartan er royndur trolaramaður eisini.
- Eg var við fyrsta túrin við týska Skálaberg. Vit kastaðu 1. januar 1957 undir Íslandi. Eg var við Kaj í fleiri ár, sigur hann og okkara prát glíður beinanvegin langt út um tey evni, sum skuldu verða viðgjørd í hesi greinini. Vit avtalaðu at hittast aftur.
Vánalig føroysk bløð
Føroysku bløðini fáa ring viðmæli í egningarskúrinum hjá Havsbrún og onki blað fær so vánaligt skoðsmál sum Sosialurin.
- Sosialurin og Dimma kunnu slett ikki brúkast her hjá okkum. Tak tá heldur tey donsku vikubløðini, har veit man hvat man fær, sigur eini egnarin. Eg gerist eitt sindur harmur og skal til at verja, áðrenn eg síggi hvat hann meinar við.
Í egningarskúrinum hjá Havsbrún verða vikubløðini skorin niður í álar, sum verða lagdar út móti síðuni í stampinum. Gogguagnið verður síðan lagt á pappírið og á hendan hátt fer línan greiðari út. Dimma og Sosialurin hava lyndi at upploysast, tá váta agnið verður lagt niður á, tí vánaliga skoðsmálið.
Uttanfyri ganga svøvnpískutir menn, stundir at fara avstað aftur, so goggan og stamparnir hjá egningarmonnunum kunnu standa sína roynd.
- Men eru tit ikki rættuliga gammeldags her á Havsbrún, framvegis at egna upp í stampar, meðan meginparturin av flotan-um nú hevur egningarmaskinu, spyrji eg.
- Eg trúgvi einki uppá, at tú hevði fingið fólk her hjá okkum til at liggja úti við egningar-maskinu. Og teir sum nýta trakt, teir skulu eisini hava fólk at rekja línuna, og tað kostar eisini pengar, sigur Magnus Petursson, útróðrarformaður.