Stýrisskipanardómstólurin í Egyptalandi kom í dag til ta niðurstøðu, at tjóðartingið, sum varð valt fyri stuttum, er ikki valt sambært lógini, og sambært tíðindastovuni AFP ber úrskurðurin í sær, at herurin fer at taka valdið aftur.
-Dómstólurin staðfesti, at tjóðartingsvalið var ikki í samsvari við stýrisskipanina, og at býtið í tinginum hevur verið ólógligt síðani valið, skrivar almenna egyptiska tíðindastovan Mena úr Kairo.
Amerikanska blaðið Los Angeles Times skrivar, at sambært úrskurðinum hjá stýrisskipanardómstólinum eru umleið ein triðingur av tinglimunum ólógliga valdir, og at hetta fer helst at hava við sær, at tingið verður upployst og val útskrivað av nýggjum.
Formaðurin í tjóðartinginum, Saad al-Katatni, hevur sagt, at eingin myndugleiki uttan tingið sjálvt hevur heimild til at upploysa tingið, og at tingið skal gera av, um tað skal gera eftir úrskurðinum hjá stýrisskipanardómstólinum ella ikki.