EH Aalborg vann nítjanda dystin á rað

Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagarnir í EH Aalborg hava ikki tapt ein dyst síðani 10. september í fjør

Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagarnir í EH Aalborg halda fram við tí ótrúligu sigursrøðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag vann EH Aalborg ein greiðan 30-25 heimasigur á Ringsted. Í steðginum var EH Aalborg á odda 16-12.

 

Talan var um nítjanda sigurin á rað hjá Margit og liðfeløgunum, ið ikki hava tapt ein dyst í deildini síðani 10. september. 

 

Komandi leygardag verður oddauppgerð í Bjerringbro millum Bjerringbro sum hevur 36 stig, og EH Aalborg sum hevur 38 stig. 

 

Magna Tórðardóttir og liðfelagarnir í HIK mugu niður aftur í triðbestu deildina. Í dag tapti HIK á heimavølli 20-28 (11-14) fyri Gudme.

 

HIK hevur bert átta stig, og tær hava fimm stig upp til AGF á fjórðaftasta plássinum. HIK hevur bert tveir dystir eftir at leika, og kann í mesta lagi fáa 12 stig.

 

HIK endar kappingina við útidysti móti EH Aalborg 1. apríl.

 

Nr.Lið: DystirStig
1EH Aalborg2038
2Bjerringbro FH2036
3Holstebro2034
4TMS Ringsted2023
5Roskilde 2022
6Søndermarkens2015
7DHG1913
8Hadsten1913
9AGF 2013
10Ejstrup/Hærvejen2013
11Gudme HK2010
12HIK208