EHF: Annika besti málverji í fyrstu tveimum umførunumEHF: Annika besti málverji í fyrstu tveimum umførunum
Annika Fríðheim Petersen er málverji á "Best 7" liðnum fyri fyrstu tvey umførini í EM-undankappingini - Sí video her
Sjúrður Hildarson Hoydal
2. oktober 2019 kl. 14:05
Eftir hvørja dystarviku í í undankappingini velur evropiska hondbóltssambandi bestu leikarar á sínum plássum í einum tátti, ið kallast "Best 7".
20 ára gamla Annika Fríðheim Petersen hevur fingið mong rósandi orð fyri sítt avrik ímóti Rumenia sunnudagin. Eitt nú var hon kosin dagsins leikari í Ítrottarsosialinum mánadagin, og nú er hon kosin besti málverji í Best 7.
Myndin er ikki tøkTrýst HER fyri at hoyra Anniku Fríðheim Petersen seta orð á 25-20 tapið ímóti Rumenia sunnudagin.
Annika Fríðheim Petersen er á Best 7-liðnum við nøkrum av stóru stjørnunum í altjóða hondbólti. Millum annað er russiska stjørnan, Anna Vyakhireva, ið millum annað var kosin til besta leikara við seinasta EM-endaspæl, á høgra bakki. Vinstri bakkur er Greta Kavaliauskaite, sum Føroyar hittu - og vunnu á - í desember í fjør.
Best 7 liðið er mannað soleiðis:
Málverji: Annika Fríðheim Petersen - Føroyar
Vinstri vongur: Bo Van De Wetering - Niðurlond
Vinstri bakkur: Greta Kavaliauskaite - Litava
Miðja: Sonja Frey - Eysturríki
Høgri bakkur: Anna Vyakhireva - Russland
Høgri vongur: Jovanka Radicevic - Montenegro
Strika: Sladana Pop-Lazic - Serbia