EHF-forsetin dregur Føroyar fram sum dømi um góða menning

Michael Wiederer heldur, at føroyskur hondbóltur er fyrimyndarligur

Michael Wiederer, EHF forseti

Uppundir EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum í Sveis, Eysturríki og Ungarn hevur Eurohandball gjørt samrøðu við forsetan í evropeiska hondbóltssambandinum, Michael Wiederer.

 

Um Føroyar sigur eysturríkski Michael Wiederer, at umframt at vera ein inspirerandi søga um underdogs, so eru Føroyar eisini eitt framburðsland, ið hevur víst í verki, at málrættað arbeiði kann broytast til nakað væl eydnað. Nakað sum føroyska luttøkan í EM-endaspælinum prógvar. 

 

Í tí stóra og heila væntar Michael Wiederer, at tað fer at hava nógv jalig árin, at EM-endaspælið fer úr 16 liðum til 24 lið. Michael Wiederer staðfestir, at nakrir stórsigrar fara at koma, men støðið fer samlað at hækka, heldur Michael Wiederer. 

 

Føroyar spæla søguliga fyrsta dystin móti Sveis í Sankt Jakobshøllini í Basel í Sveis, fríggjadagin klokkan 17. 

 

 

 

Michael Wiederer, EHF forseti