Eiði vil hava landsins reinastu havn

Á Eiði ætla tey rættiliga at liva upp til heitið sum reinasta bygd í landinum. Nú vilja tey eisini hava reinastu havn í landinum. Á almennum bygdarráðsfundi mánakvøldið varð samtykt, at einki kloakkfrárensl yvirhøvur skal leiðast út í havnina

 

Kommunalpolitikkur

Eingin kloakk yvirhøvur eigur at renna út í havnina á Eiði, samtykti bygdarráðið á almennum bygdarráðsfundi mánakvøldið.

Fyrsti almenni bygdarráðsfundurin á Eiði, sum hildin varð eftir nýggju kommunulógini, gjørdi av, at einki frárensl skal latast út innan fyri grótkøstini, sum gyrða havnina á Eiði.

Sum er fara eini tvey slík enn í havnina, men tey verða fyrsta dagin leidd í aðra veiting, sum løgd er út á streymasjógv uttan fyri stóra grótkastið vestan fyri gomlu atløgubryggjuna.

Talan er um at gera ein brunn eystan fyri smiðjuna hjá Hydro-Tech, sum skal savnað tað kloakkvatnið, sum kemur frá ídnaðarøkinum og økinum har á leið. Tað verður síðan pumpað niðan í leiðingina, sum longu er løgd út um grótkastið.

Tá tað er liðugt, fer hvør einasti dropi av kloakkvatni av Eiði beinleiðis út á streymasjógv. Fyri fleiri árum síðan varð leiðingin frá niðara parti av bygdini lagdur gjøgnum rør oman gjøgnum vatnið, nevnt Niðri á Vatni, oman á Møl og til havs tann vegin. Seinni er so uttari partur veittur út um Grótkastið. Har var millum annað frárenslið frá Norðís við. Og tá nú hetta seinasta verður liðugt rættilga skjótt, verður havnin gullrein.

Hetta arbeiðið, sum bygdarráðið samtykti at gera nú, fer at kosta umleið 100.000,- krónur, varð upplýst á fundinum mánakvøldið.

Onnur mál, sum bygdarráðið viðgjørdi hetta kvøldið, vóru liðugtgerð av bátadráttinum innan fyri sunnara grótkastið, og liðugtgerð av ítróttarhúsinum við fótbóltsvøllin Niðri á Møl.

Kommunan ger ein drátt at taka størri bátar upp eftir. Hann verður gjørdur í krókinum innast við lítla brimgarðin. Innan fyri flótibrúnna.

Sagt varð á bygdarráðsfunsinum mánakvøldið, at eitt nú Hydro-Tech hevði gjørt vart við, at teir vænta at fáa nógv brúk fyri honum, tí teir skulu hava fleiri bátar til eftirlit á smiðjuni.

Hydro-Tech hevur millum annað smíðað fleiri tvíkiljur til alivinnuna. Men eisini aðrir bátar eru vælkomnir í smiðuørindum, skilst.

Eisini var ein umsókn frá Eiðis Bóltfelag um fíggjarligan stuðul til at gera ítróttarhúsið við fótbóltsvøllin liðugt.

Arbeiðið, sum gerast skal, er at bjálva og klæða húsið. Umframt at ovara hæddin skal innrættast. Samlaði kostnaðurin fyri hetta arbeiðið varð mettur til umleið 400.000,- krónur.

Bygdarráðið samtykti at stuðla bóltfelagnum við einum parti av kostnaðinum.

Men eisini gamla EB húsið heimi í bygdini verður umvælt í hesum døgum. Nakað væl er gjørt, men okkurt er eftir enn at gera, varð sagt í skrivi frá Eiðis Bóltfelag, sum lisið varð upp á almenna bygdarráðsfundinum. Millum annað varð nevnt, at húsið er í trimum hæddum, og ásannað varð, at torført er hjá rørslubrekaðum at brúka húsið.

Eisini til ta ætlanina var bygdarráðið sinnað at veita ein ávísan stuðul.