Kommunusamanlegging
Størsta kommunan Norður Esturoy er ikki boðin upp í samstarvið um kommunusamanleggin í økinum.
Tordur Niclasen, borgarstjóri í Eiðis Kommunu, sigur, at hann hevur bara lisið í Sosialinum um kommunusamanleggingina, sum arbeitt verður við í Norður Eysturoy og Norður Streymoy fram við Sundalagnum. Sær vitandi er hvørki fyrispurningur ella beinleiðis innbjóðing komin til Eiðis Kommunu um at vera við í samstarvinum.
Borgarstjórin í Gjáar Kommunu, Sofus Johannesen, er ein teirra, sum arbeitt hevur við samanleggingini.
Hann sigur, at tað er rætt, at Eiðis Kommuna ikki hevur fingið slíka innbjóðing, tí talan er um tær kommunurnar, sum frammanundan hava verið við í tí sonevnda kommunufelagsskapinum við Sundalagið.
Bæði Eiðis Kommuna og Funnings Kommuna, sum heldur ikki er við nú, hava áður fingið innbjóðing um at koma upp í tað samtakið, vísir Sofus Johannesen á. Tað komu tær ikki, og tí hava tær heldur ikki fingið nakra innbjóðing nú, sigur hann.