Eid Spelemannslag vitjar á Ólavsøku

Spælimanstónleikur verður í Miðlahúsinum á Ólavsøku, umframt føroyskur tónleikur


Eid Spelemannslag úr Noreg verða at hoyra í Miðlahúsinum á Ólavsøku, umframt eina røð av føroyskum tónleikanøvnum, so sum Elin Heinesen, Høgni Reistrup, Sigrid Rasmussen og Spælimenninir.

Men norsku spælimenninir hava glett seg til at koma til Føroya.

- Vit gleða okkum at koma til Føroyar at uppliva oyggjarnar, og so sjálvandi eisini at spæla fyri føroyingum. Vit hava í langa tíð ynskt at koma til Føroyar at spæla, og nú gerst dreymurin so til veruleika, sigur Øystein Dahl, ið er ein av tónleikarunum í Eid Spelemannslag. Bólkurin skal spæla bæði í Miðlahúsinum og í Lounge á Hotel Hafnia á Ólavsøku.

Norski spælimannsbólkurin Eid Spelemannslag vitjar í Havn á Ólavsøku við tónleiki sum spreiðir seg frá siðbundnum norskum fólkatónum til svingandi swing og tango. Bólkurin byrjaði í 1976, og skjótt vóru um 15 menn og kvinnur við í bólkinum. Á ferðini til Føroyar eru níggju manns við. Sum berandi ljóðføri hevur bólkurin øll árini havt ”hardingfele,” ein norsk fiól sum er nógv brúkt innan norskan fólkatónleik. Meir vanlig er at brúka vanliga fiól í Eid, men Spelemannslaget hevur hildið seg til hardingfele.

Bólkurin kemur úr Eid í Nordfjord, ið er í Sogn og Fjordane, ið er norðanfyri Bergen.

Bólkurin gav í 1979 út plátu við siðbundnum tónleiki úr Nordfjorð-økinum. Nú eru tey so í gongd við at spæla inn eina nýggja fløgu.

Bólkurin tekst ikki bert við at spæla, men skipar eisini fyri tiltøkum. Av størri uppgávum tey hava tikið á seg, er ”Landskappleiken” í 1990 – við fleiri enn 1000 luttakandi tónleikarum, og í 2000 stóðu tey fyri ”Landsfestivalen for gammaldansmusikk.” Hesi bæði tiltøkini eru krevjandi og konsertir og dansur er bæði inni og úti í meir enn fýra samanhangandi dagar. Næsta uppgávan tey skulu standa á odda fyri er eitt dansivikuskifti í heimbýnum í august, har Nordfjord Hotell verður savningarstaði fyri tey sum vilja dansa.

Føroyaferðin er komin uppí lag aftaná at bólkurin ynskti at fara á eina ferð saman har tey kundu venja, uppliva nakað, og so sjálvandi eisini sleppa at spæla fyri fólki. Føroyar var teirra ynski nummar eitt, tí her eru fólk sum dáma at dansa. Og so ynskja tey at sleppa á Ólavsøku har tey millum annað vilja sleppa uppá gólv og vera við til miðnáttarsangin.

Øll sum vóru við fyrstu árini í Eid Spelemannslag, eru ikki longur við, men teir flestu av teimum sum koma til Føroyar hava verið við øll árini.

Bólkurin venur minst eina fer um vikuna, og er úti og spælir einar 20 ferðir um árið.


Møguligt er at lurta eftir, uppliva og gjarna dansa eftir tónunum hjá Eid Spelemannslag í Havn á Ólavsøku:

Leygardagin 28. juli, kl. 1800 í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Sunnudagin 29. juli, kl. 1400 í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Sunnudagin 29. juli, kl. 1600 í Lounge á Hotel Hafnia á Áarvegnum.