Eidesgaard strikar bøtur hjá býráðslimum á Tvøroyri

Býráðslimir á Tvøroyri hava fingið fleiri túsund krónur í bót fyri ólýdni ímóti landsstýrinum. Men nú hevur býráðið slakað og afturfyri hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gjørt av at strika allar bøturnar

Í gjár blivu býráðslimirnir á Tvøroyri fleiri túsund krónur ríkari.

Tað hendi, tá ið býráðið loksins gjørdi av at slaka fyri einum kravi frá fíggjarmálaráðnum, eftir at hava treiskast í meiri enn eitt hálvt ár.

Tað kom rættiliga til skarpskeringar í ósemjuni ímillum býráðið á Tvøroyri og fíggjarmálaráðið fyri jól jól, tá ið fíggjarmálaráðið gjørdi av at geva hvørjum einstøkum býráðslimi bót upp á 300 krónur um dagin, til teir makkaðu rætt.

Síðani hava býráðslimirnir fingið fleiri túsund krónur í bót í part.

Men fyri stuttum var so fundur ímillum býráðið og fíggjarmálaráðið og har varð avtalað, at gjørdi býráðið eftir boðunum frá fíggjarmálaráðnum, skuldi allar bøturnar verða strikaðar.

Tað var hetta, sum hendi í gjárkvøldið.


Træta um Smyril

Ósemjan ímillum Tvøroyrar Býráð og Fíggjarmálaráðið snýr seg um havnargjaldið hjá Smyrli.

Tvøroyrar býráð tvíheldur um, at Smyril eigur at betala havnargjald fyri at brúka Tvøroyrar Havn.

Men tað heldur fíggjarmálaráðið ikki.

Fíggjarmálaráðið hevur sostatt kravt at Tvøroyrar Kommuna ikki inntøkuførir havnargjald fyri Smyril í roknskapin.

Ført verður fram, at av tí at ósemja er um havnargjaldið, er inntøkan so óviss, at fyri at geva eina rættvísa mynd av virkseminum hjá býráðnum, skal havnargjaldið ikki inntøkuførast.

Fyrrenn tað er gjørt, vil fíggjarmálaráðið ikki góðkenna roknskapin.

Men í Tvøroyrar Býráð stúra tey fyri, at strika tey inntøkuna úr roknskapinum, fer býráðið at standa veikari í einum møguligum rættarmáli.

Tí tvíhelt býráðið um, at havnargjaldið skuldi við í roknskapin og summir býráðslimir søgdu fyri einum hálvum ári síðani, at teir fóru ikki at víkja, um so pantifútin kom eftir teimum fyri bótina.

Men á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð ført fram, at fundur hevur verið ímillum Tvøroyrar Býráð og fíggjarmálaráðið og har varð semja gjørd um, at vil býráðið akta boðini úr fíggjarmálaráðnum og taka havnargjald fyri Smyril úr roknskapinum, skal fíggjarmálaráðið strika allar dagbøturnar.


Spara 24000 krónur í part

Sostatt sleppa býráðslimirnir undan at betala bótina og hjá summum er talan um nógvar túsund krónur.

Hjá teimum býráðslimum, sum bæði sótu í undanfarna býráði og teimum, sum vórðu afturvaldur í hetta býráðið er talan um heilar 24000 krónur, sum teir nú sleppa undan at betala.

Fleiri aðrir býráðslimir, sum bara hava sitið í hesum nývalda býráðnum, sum tók við á nýggjárinum, sleppa undan at betala 18900 krónur í bót.

Ein býráðslimur, sum onga bót fekk, var Jaspur Vang, tí hann vildi hava býráðið at ganga undir treytirnar frá fíggjarmálaráðnum, tí hann vísti á, at býráðið hevur beinleiðis skyldu til at gera eftir boðum frá landsstýrinum og hansara sjónarmið hevur verið, at eitt býráð eigur at ganga undan í at halda landsins lógir.

Og á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð so einmælt samtykt at gera eftir boðunum úr fíggjarmálaráðnum og at taka havnargjaldið úr roknskapinum, samstundis sum at býráðslimir afturfyri sleppa undan bótini.

Tað varð gjørt á tann hátt, at inntøkan stendur enn í roknskapinum, men so verður tað sett av í tapi av skuldarum og sostatt mótroknað har.


Ikki heilt tryggur

Bergur Bærendsen var ikki heilt tryggur við hesa loysnina, tí hann ivaðist í um tað bar til at gera soleiðis.

Hann ivast í um ein upphædd kann setast av sum tap av skuldarum, fyrrenn allar royndir at krevja peningin inn, eru miseydnaðar og fyrrenn tað er greitt, at upphæddin ikki kann fáast inn, antin tí at skuldarin er farin á húsagang ella tí at dómsvaldið hevur staðfest, at har er onki at heinta.

Av tí sama stúrdi hann eisini fyri at verður upphæddin fyrst sett av sum tap av skuldarum, hevur býráðið sostatt frásagt sær allan møguleika at krevja hana aftur.

Men hesin leisturin varð valdur eftir tilmæli frá grannskoðaranum og soleiðis varð tað samtykt. 

Les eisini greinina: Ongan áhuga í at revsa býráðslimir