Eiði eigur størstu framgongdina

Allar kommunurar í Eysturoy hava fyrra hálvár fingið meiri inn í skatti enn sama tíðarskeið í fjør

Allar tær sjey kommunurnar í Eysturoy – íroknað Sunda kommunu sum eisin fevnir um bygdir í Streymoy – hava fyrra hálvár fingið meiri inn í kommunuskatti, enn tær fingu sama tíðarskeið í fjør.

 

Størsti vøksturin er í Eiðis kommunu, sum umframt Eiði fevnir um bygdirnar Ljósá og Svínáir.

 

Sammett við í fjør er skattainntøkan í Eiðis kommunu 12,29 prosent hægri fyrra hálvár, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til 1,11 milliónir krónur.

 

Næststørsti vøksturin í Eysturoy er í Nes kommunu, sum fevnir um bygdirnar Toftir, Nes og Saltnes. Har var skattainntøkan fyrra hálvár í ár 7,73 prosent hægri, enn hon var í fjør. Meirinntøkan í Nes kommunu er 2,08 milliónir krónur.

 

Meirinntøkan í skatti fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør – lutfalsliga og í krónum:

 

-

 

Fuglafjørður6,58%2.314.089
Eystur6,31%2.834.416
Runavíkar3,69%3.215.429
Nes7,73%2.078.888
Sjóvar3,89%            847.032
Sunda4,18%1.519.254
Eiði12,29%1.609.447