Eiðis kommuna søkir eftir arbeiðsfólki

Eiðis kommuna søkir við hesum eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.

 

Arbeiðsuppgávur:

 

Arbeiðsuppgávurnar eru at taka sær av dagligu uppgávunum í kommununi. Tær fevna um kloakk, vatn, vegir, v.m.

 

Førleikar:

 

Tann, ið settur verður, skal:

 

  • Kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir
  • Kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Hava koyrikort
  • Helst hava arbeiðsroyndir

 

Fyrimunur er, um arbeiðsroyndirnar samsvara teimum arbeiðsuppgávum, ið starvið inniber.

 

Løn:

 

Løn sambært avtalu.

 

Upplýsingar og umsókn:

 

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til borgarstjóran, Annsy Høghamar á tlf: 740400

 

Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 23.09.2024.

 

Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka.

 

 

 

Eiðis kommuna

 

Brekkuvegur 37

 

470 Eiði

 

T-post: [email protected]