Sambandsflokkurin fer at mæla samgonguni til at bíða við at yvirtaka fólkakirkjuna. -Vit halda okkum til samgonguskjalið, men tað, sum er hent í seinastuni, bendir ikki á, at kirkjan verður yvirtikin í samráð við viðkomandi partar, sum samgonguskjalið annars sigur.
Tað segði formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, við Útvarpið á middegi. Hann vísti á, at fólkakirkjan hevur stóran týdning fyri samfelagið, og at tað tí er umráðandi, at rætt verður atborið í sambandi við yvirtøkuna. Kaj Leo Johannesen helt, at tað kann ikki vera so avgerandi, um kirkjan verður yvirtikin á ólavsøku í ár, ella um yvirtøkan bíðar eitt ár.
Í morgin verður fundur í lítlusamgongu, og tá fer Sambandsflokkurin at mæla til, at kirkjuyvirtøkan verður útsett.