Eiga at endurskoða aldursmarkið fyri ættleiðing

Tingkvinna spyr, hví aldursmark er sett á ættleiðing, soleiðis at í mesta lagi 42 ár kunnu vera millum foreldur og barn

Tað er Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og mentamálum, ein grein 52a fyrispurning um aldursmark fyri ættleiðing.

Ítøkilig spyr hon soleiðis:

1. Hví er aldursmark sett á ættleiðing, soleiðis at í mesta lagi 42 ár kunnu vera millum foreldur og barn?

2. Hví er tað aldurin hjá tí eldra foreldrinum og ikki tí yngra, sum er galdandi, tá pør ættleiða?

3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða hetta aldursmarkið?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Liljan Weihe á, at tá einstaklingar ella pør ynskja at ættleiða eitt barn, eru ávísar treytir til ættleiðarar.

– Ein treyt er, at ættleiðari ikki er meira enn 42 ár eldri enn ættleidda barnið. Tað ber í sær, at pør, har bæði ella annar er eldri enn 42 ár, bert kunnu ættleiða eldri børn, sigur Liljan Weihe.

– Í fjør fingu vit nýggjar reglur um eftirgjørdan gitnað. Tá var aldursmarkið fyri, nær kvinnur kunnu fáa viðgerð fyri barnloysi, hækkað úr 40 upp í 45 ár. Onki aldurmark er fyri makan, um talan er um pør, sum eru í viðgerð fyri barnloysi, sigur hon.

– Ein støk kvinna, sum er yngri enn 42 ár, kann ættleiða eitt heilt lítið barn. Men um ein kvinna, sum er yngri enn 42 ár, er í parlagi við ein, sum er eldri enn 42 ár, kunnu tey ikki ættleiða eitt lítið barn. Tá er tað aldurin á eldra ættleiðaranum, sum ger av, hvussu gamalt ættleidda barnið skal vera, sigur løgtingskvinnan.

– Vit síggja, at familjumynstur broytast. Somuleiðis síggja vit, at kvinnur (og pør) gerast eldri, tá tey gerast foreldur. Hædd er tikin fyri hesum í nýggju reglunum fyri eftirgjørdan gitnað.

– Spurningurin er, um tíðin ikki er komin at endurskoða aldursmarkið fyri ættleiðing eisini, sigur Liljan Weihe.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tvær vikur at svara spruningunum.