Eiga at fáa semju við Taliban

Serligi ST-sendimaðurin í Afghanistan, norðmaðurin Kai Eide, heldur, at einasti vegur at fáa frið í Afghanistan er at tingast við Taleban um ein friðarsáttmála. Eide, sum fer frá um tveir mánaðir, segði á fundi í ST-trygdarráðnum í gjár, at afghanar mugu sjálvir standa á odda fyri tingingunum við Taleban, og at ein friðarsáttmáli skal byggja á landsins grundlóg.

Sendimaðurin segði seg stúra fyri gongdini í Afghanistan. Hann segði, at tað gongur tann skeiva vegin, og verður gongdin ikki vend skjótt, kann alt enda í einum ruðuleika.

Tí eru tingingar um frið einasta loysnin, segði Kai Eide við trygdarráðið.