Eiga at jarða Lenin

Ein meiriluti av russiska fólkinum taka undir við, at tann gamli leiðarin Vladimir Lenin verður jarðaður. Tað var í hvussu er úrslitið av einari meiningakanning, sum flokkurin Sameint Russland hevur skipað fyri. Sameint Russland er flokkurin hjá Vladimir Putin, forsætisráðharra.

Sambært russiskum fjølmiðlum er kanningin ikki liðug enn. Higartil hava 270.000 fólk svarað, og tveir triðingar taka undir við, at Lenin verður jarðaður.

Balsameraða líkið av Lenin stendur í gravarhúsa á Reyða Torginum í Moskva. Sovjetsamveldið, sum hann grundlegði, fór í upploysn fyri tjúgu árum síðani.

Lenin doyði tann 21. januar í 1924.