Eiga at kalla ein spaka fyri ein spaka

Eru almenn starvsfólk dovin, ella er umsitingin ov dýr, eiga politikarar at leggja kortini á borðið og fortelja fólki, hvat vit skulu vera fyriuttan, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum

Almenn Starvsfólk

? Halda tingmenn at nakað er galið við almennu umsitingin, eiga teir at leggja kortini á borðið og kalla ein spæaka fyri ein spaka
Gunnleivur Dalsgarð er formaður í Starvsmannafelagnum.
Og á aðalfundinum hjá felagnum leygardagin fanst hann hvassliga at tingmonnum fyri at vanvirða og niðurgerða almenn starvsfólk.
Hann hugsaði serliga um tað, sum varð sagt og skrivað, tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar beint fyri jól.
? Sjálvdan hevur so nógv rok og buldur staðist av eini fíggjarlóg, segði hann.

Ómetaliga lítla virðing
Gunnleivur Dalsgarð segði, at tíverri mátti hann ásanna, at viðgerðin av fíggjarlógini og orðaskiftið síðani hevur víst, hvussu ómetaliga lítla virðing og sóma, ávísir politikkarar, og onnur við, hava fyri fólkum sum starvast hjá tí almenna, bæði hjá landi og kommunum.
? Tosað verður um, hvussu vánalig og óvirkin hesi starvsfólk eru. Og ført verður mangan fram, at bara vit fáa minkað talið á teimum, og sostatt skera eina útreiðslu burtur, verður fíggjarliga støðan í landinum nógv betri.
Hann segði at undir fíggjarlógarviðgerðini varð nógv gor og gall oyst eftir almennum starvsfólkum.
? ?Kjaftbreiðir? tingmenn hóreiggajðu sær óført og kendu sær ikki afturhald. Tú hevði varhugan av, at teir her veruliga vóru á heimavølli, sigur hann
Og hann leggur afturat, at ikki minni kom hetta til sjóndar eini í útvarpsending aftaná, har bæði formaðurin í fíggjarnevndini og enntá eisini fakfelagsfólk , týðiliga vístu teirra niðurgerðandi hugsan mótvegis almennum starvsfólki.
? Tað tykist sum um at nøkur halda, at almenn starvsfólk bert eru ein kleppur, ið forðar fyri einum vælvirkandi fíggjarligum samfelag, segði Gunnleivur Dalsgarð á aðalfundinum.

Eru ikki bangin
Formaðurin í Starvsmannafelagnum staðfesti eisini á aðalfundinum, at tey alment løntu eru ikki bangin fyri at fara undir at at kanna hvønn tørv og hvørja orku eitt samfelag, sum tað føroyska, hevur, um allar uppgávurnar, ið politiska valdið hevur álagt almennu umsitingini, skulu røkjast til fulnar.
?Sjálvsagt er tað ikki minst okkara áhugi, bæði sum starvsfólk og sum borgarar annars í samfelagnum, at arbeiðsplássini virka til fullnar og eru góð arbeiðspláss, sum kunnu vera við at skapa eitt gott samfelag hjá okkum øllum.
Men hann segði, at tað er júst her at politikarar svíkja.
? Teir loypa á, har teir halda at garðurin er lægstur og royna at manipulera fólkahugsanina inn á sama sporið.
Og tíverri fáa teir góðan stuðul frá ávísum fakfelagskreftum, sum síggja almennt sett starvsfólk, sum størstu pestina á lønar- og starvsøkinum í landinum.
? Tað tykist sum um at hesi hava tað uppfatan, at tað er hvørt einstakt starvsfólk, ið er høvuðsorsøkin til til, at vit hava eina dýra umsiting.
? Men tey gloyma, at einki fólk hevur sett seg sjálvt í starv, men at øll eru sett sambært reglum, ið politiska valdið hevur viðtikið.
Gunnleiv Dalsgarð segði, at er nakað galið við almennu umsitingin og er hon ov kostnaðarmikil er at leggja kortini á borðið og at kalla ein spaka fyri ein spaka.
? Hvat er tað, sum vit skulu verða fyri uttan ella hvat skulu vit minka: Er tað heilsuverkið, undirsvísingina, almannaverkið, samferðsluna, toll- og skattaumsitingina, barnaansing, ítróttin, mentanina ella hvat?
Og hann legði afturat, at hví verður ikki hugt eftir, hvussu almenni bygnaðurin kann skipast betri, er hann bólgnaður?
? Hví verða fleiri aðalráð sett á stovn, styrkir tað ikki eina góða og virkna umsiting?
? Hví fáa dyrir, privatir ráðgevarar so nógv mál løgd at avgreiða, um almenna umsitingin er ov stór? Gunnleivur Dalsgarð segði, at tað eru nógvir ósvarðaðir spurningar, sum vit hava krav at fáa svar uppá frá røttu viðkomandi, sum er politiska valdinum.
? Nú eiga løgtingslimir at vísa hvør dugur er í teimum, tá iðtalan er um at broyta almenna byggnaðin og leggja kortini á borðið
? Higartil hava vit ongi boð fingið frá tykkum um hetta. Tað hevur bara verið orðavastur og hendan ótolandi niðurgerðingin av arbeiðnum hjá starvsfólkunum í almennari tænastu, segði foirmaðurin í starvsmannafelagnum.

Rætti vegurin at ganga
Gunnleivur Dalsgarð segði, at tað er greitt, at landsstýrið roynir at prógva, at tað ber til at skipa Føroyar sum eitt samfelag við sjálvberandi búskapi, samstundis sum blokkstuðulin úr danska ríkinum verður minkaður og framyvir læstur fastur.
Hann legði afturat, at allir politiskir flokkar eru samdir um at fara undir at skipa samfelagið við einum sjálvberandi búskapi og tað má metast sum greiður boðskapur um, at vit ganga fram móti einum sjálvstøðugum Føroyum.
? Ongin ivi er um, at næstan øll eru samd um, at hetta er rætti vegurin at ganga. Ósemjan er meira um, hvussu skjótt skal farast fram og, hvussu hetta skal gerast.
? Heildarmetingin av fíggjarlógini er tengd at, hvussu hvør einstakur sær støðuna og um hann heldur, at rættvísur og skilagóður politikkur verður førdur.
? Men tað ber ikki til at tosa um, hvussu tú ætlar at menna heilsuverkið, at bøta um korini hjá teimum, sum eru ringast fyri, at menna útjaðarin, at útbyggja skúlaverkið, fyri at nevna nøkur átroðkandi mál, uttan at fíggjarligu fortreytirnar eru til staðar.
? Og tað er júst her, at vit mangan hava ilt við at síggja, at tað ber á rætta borið.
Gunnlevur Dalsgarð segði, at tað ørkymlar sjálvsagt borgarin at politiskar ætlanir, sum hava útreiðslur við sær, ikki síggjast aftur í fíggjarlógini, samstundis sum fíggjarnevndin greitt boðar frá, at óskilið við afturvendandi eykajáttanum er ein farin tíð.
? So her sær eisini út til at leka millum teori og praksis, segði hann.
Hann segði eisini, at skal eitt framkomið samfelag hava vónir um, at fáa samfelagshjólið at mala væl og skilagott, er neyðugt við eini góðari, virknari og tryggari umsiting.
Og hetta er ikki minni galdandi, um ætlanin veruliga er at seta fullveldi á stovn, segði formaðurin í Starvsmannafelagnum.


MYNDATEKSTIR:
?Tað, sum varð sagt og skrivað, tá ið fíggjarlógin varð viðgjørd, vísir, hvussu tað ber til at biðurgerða og vanvirða tey, sum eru alment lønt, segði Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum