Eiga at leypa á Iran áðrenn Bush fer frá

Leiðandi persónar í Ísrael vilja hava Ísrael og USA at leypa á Iran, áðrenn George W. Bush fer úr Hvítu Húsunum

Tað skrivaði fryrrverandi bretski uttanríkisráðharrin David Owen í einari grein í blaðnum The Sundey Times í gjár. Sambært Owen vænta viðkomandi persónar í Ísrael ikki, at USA verður líkað hugað fyri einum álopi á Iran, tá Barrack Obama ella John McCain tekur við forsetaembætinum tann 20. januar. Tí má tað gerast, áðrenn Bush fer frá.

Ísrael og USA siga seg bera ótta fyri, at Iran ætlar sær at gera kjarnorkuvápn. Í mai skrivaði bretska blaðið The Guardian, at Ísrael hevðii biðið USA um loyvi til at bumba eitt kjarnorkuverk í Iran., men at Bush var ímóti, tí hann stúrdi fyri hevndarálopum á amerikonsk mál. Tað ljóðaði, at tað var týski kanslarin, Angela Merkel, sum hevði borið tíðindini um ísraelska fyrispurningin.

David Owen skrivar í greinini, at verður Iran álopið, kann landið svara við at steingja Hormuz-sundið. Í august segði ovastin í iranbsku tjóðarhirðini, Mohammad Ali Jafar, at landið hevði roynt eina rakett, sum serliga var ætlað til nýtslu á sjónum, og sum bar í sær, at einki skip kann kenna seg trygt. Hann ávaraði samstundis sum, at Iran er ført fyri at steingja Hormuz-sundið, um landið verður álopið. David Owen vísir á, at eitt tílíkt stig hevði fingið sera álvarssamar avleiðingar, tí tangaskip, sum sigla við olju úr Persaflógvanum, noyðast at sigla ígjøgnum Hormuz-sundið.

Sjálvur mælir fyrrverandi uttanríkisráðharrin amerikonsku stjórnini til at ávara Ísrael, og hann heldur, at USA eigur beinleiðis at forða Ísrael í at gera álvara av hóttanini um at bumba mál í Iran. Herumframt mælir hann Bush til at senda Condoleezzu Rice, uttanríkisráðharra, til Teheran.