TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Rás2/in.fo hevur gjørt við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, sum eisini er staddur niðri á Jersey, fyri at fylgja oyggjaleikunum.
Spurdur um vit eiga at velja eina tennishøll, framum ein golfvøll í royndunum at fáa oyggjaleikirnar til Føroya, svarar Heðin Mortensen, at annað skal ikki veljast frá, men bæði skulu prioriterast. Ein komandi golfvøllur hevur eisini nógv at geva føroyskari ferðavinnu, og Tórshavnar kommuna hevur eisini ætlanir um aðrar frítíðaraktivitetir úti á Glyvursnesi.
Heðin sigur av royndum, sum fyrrverandi ÍSF-forseti, og ein av fyrireikarunum av oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, at tað er ikki eitt gott hugskot at spreiða ítróttargreinirnar kring alt landið, sum gjørt var í 1989. Hann ivast eisini, um Føroyar sleppa at hýsa oyggjaleikunum, um ítróttargreinarnar verða spjaddar um alt landið.