Eiga at selja SAS

Fyrrverandi stjórin í SAS Janne Carlzon mælir nú stjórnunum í Danmark, Svøríki og Noregi til at selja flogfelagið, sum tey trý londini eiga í felag.

SAS hevur fer at hava metstórt hall í rakstrinum í ár, men Janne Carlzon heldur, at felagið hevur eina framtíð. Men verandi eigaraviðurskifti geva felagnum eina falska trygd, heldur hann, og tí er tað hansara uppskot, at tær tríggjar stjórnirnar selja sínar partar, og at SAS verður skipað sum eitt vanligt privat partafelag. Samstundis ávarar hann leiðsluna í SAS ímóti at nýta prísin sum tað einasta, felagið kann kappast um. Dygdin eigur at fáa ein størri lut í kappingini, sigur hann.

Janne Carlzon fór frá sum stjóri í SAS í 1999 eftir at hava sitið í stjórastarvinum í tólv ár. Hansara stóra mál var at leggja SAS saman við feløgunum Swissair, KLM og Austrian Airlines, men tað miseydnaðist.