Jan Müller
Í kvøld klokkan 19.30 verður fyrilestur í Læraraskúlahøllini, har tveir kendir skotskir serfrøðingar innan oljuvinnu greiða frá og svara spurningum. Teir eru Alex Kemp, sum er víðakendur fyri sítt stóra arbeiði innan oljubúskap, og síðani Scott Styles, lektari í oljurætti.
Stigtakarar til hesa forkunnugu vitjan eru tveir ungir føroyski lesandi í Aberdeen, Teitur Poulsen, sum er liðugur at lesa olju- og búskaparfrøðí (M.A.) og Kári á Rógvi, sum eftir lokna løgfrøðiútbúgving í Danmark hevur lisið masterútbúgving, LL.M. innan vinnu- og oljulóg í Aberdeen.
Vit spurdu teir báðar, hvørjar ætlanir teir hava fyri framtíðina og hvat teir annars halda um eina komandi føroyska oljuvinnu.
Kári á Rógvi ætlar sær annaðhvørt at vera advokatfulltrúi ella dómarafulltrúi, helst eina stutta tíð í Bretlandi, áðrenn hann kemur aftur til Føroya.
-Eg havi altíð ætlað mær at arbeiða við oljumálum, men vil ikki koma ov skjótt heimaftur. Best er at fáa nakrar royndir uttanlands, áðrenn tú festir búgv í Føroyum.
Teitur Poulsen fór til Aberdeen í 1994. Har arbeiddi hann í eitt ár fyri at venja seg til bæði mál og mentan. Fór síðani at lesa búskap á Aberdeen University, ein útbúgving, sum hevur tikið fýra ár og sum hann bleiv liðugur við í summar.
Hann hevur verið so mikið heppin, at hann hevur fingið arbeiði hjá Føroya Kolvetni. Har kemur hann so m.a. at arbeiða nakað hjá Dana Petroleum og AUPEC (Aberdeen University Petroleum Economic Concultance). Hann arbeiddi sum trainee hjá Lasmo seinasta summar í bæði Aberdeen og London. Var eisini eina viku offshore.
-Tað, sum nú liggur fyri framman, er at prógva meg sjálvan innan Føroya Kolvetni.
Hvat hava hesir báðir skotarnir, sum Kári og Teitur hava fingið til Føroya at siga føroyingum!
-Tað verður fyrst og fremst frá teimum mongu royndum, sum teir hava gjørt gjøgnum árini. Alex Kemp hevur fylgt við oljuvinnuni alla tíðina og Styles uppá sama hátt um, hvussu rætturin hevur ment seg. Tvs. at øll tey mistøkini gjørd eru t.d. í Skotlandi kunnu vit læra av.
Hesir eru óheftir og kunnu geva sína professionellu meting av útviklinginum í Skotlandi.
Kemp hevur arbeitt fyri og ráðgivið mongum feløgum og stovnum. So umframt akademisku royndirnar, hevur hann eisini vinnuligar.
Bæði Kári og Teitur halda, at føroyingar eiga at fara til fyrilesturin í kvøld.
Hyggja eftir fleiri
Hvat halda so Kári og Teitur sjálvir um eina komandi føroyska oljuvinnu!
Kári á Rógvi: -At man hugsar seg væl um og hyggur eftir royndum ymsastaðni. Á summum økjum td. innan fyri trygd, eru norðmenn frammanfyri og á øðrum økjum eru bretar frammanfyri. Vit mugu ikki bara hyggja ein veg men læra av ymsum royndum. Oljuráðeggingarnevndin dugdi væl at hyggja rundan um okkum, so tað er bara at halda fram við tí.
Teitur Poulsen: -Eg havi lagt til merkis, at føroyingar hava lyndi til at halda, at aðrir t.d. bretar vilja hála teppið undan okkum og handla aftanfyri ryggin á okkum.Vit mugu ikki síggja so svart uppá tað. Tað eru hóast alt erlig fólk vit hava at gera við. Føroyingar eru heldur ikki vornir snýttir í tí útviklingi, sum hevur verið, og hvat markinum viðvíkur, so var tað uttan iva ein rættvíst loysn.
Soleiðis sum gongdin hevur verið í altjóða rætti, so eru fleiri marknatrætur, sum hava verið fyri ein dómsstól, endaðar við at vera ein fyrimunur fyri strandalond, so vit áttu helst at verið fegnir um okkara úrslit. Men tað er sjálvandi ringt at siga, tí tú kanst ongantíð siga nakað uppá forhond og vita, hvat ein dómstólur hevði komið til.
Kári á Rógvi heldur , at tað enn manklar nakað í tjakinu, og tað er spurningurin um umhvørvi og trygd. -Vit hugsa meira um, at krónirnar skulu rulla inn. Bæði Noreg og Bretland hava havt ringar royndir á hesum øki. Hugsar man ikki nokk um trygdina,so kunnu álvarssamar vanlukkur henda. Har ræður um at vera ógvuliga væl fyrireikaður. Hetta er eisini eitt trupult øki at leita í, og tí má man serliga hugsa um trygdina.
Í Bretlandi hava teir skilt at fyrisiting av oljuloyvum og oljutrygd, so tað eru sjálvstýrandi myndugleikar, sum stýra teimum pørtum. Tann, sum stendur fyri trygdini, má ongantíð slaka fyri trygdini fyri at fáa fleiri pengar inn. Vit føroyingar mugu gera alt fyri at sleppa undan vandanum fyri tí. Hesi tingini mugu ikki blandast saman.
Síðani er tað spurningurin um eina serskattaskipan fyri oljufeløgini. Teitur Poulsen vísir á, at sum nú er er bert ein partafelagsskattur uppá 27% komin uppá tal. Bretar hava eisini slíkan men hann er uppá 30, og í Irlandi er hann eisini uppá 27%. Men fyri tað um olja verður staðfest her, so er hundurin ikki meir enn hálvbardur. Tí hyggja vit at Norðsjónum, so vita vit, at hóast olja er funnin so er tað nógva staðni, at tað ikki er lønandi at fara undir framleiðslu. Teitur vísir á, at hóast oljufeløgini eru stór, so er tað eisini avmarkað, hvat tey hava av kapitali til at fara undir framleiðslu, hvar og nær tað skal verða.
Framleiðslukostnaðurin pr. tunnu í Saudiarabia liggur um 2 kr., meðan hann í Norðsjónum er um10 kr, so ein má vera varin við, hvørja skattaskipan man velur á áleggja oljufeløgunum, ið skulu virka á slíkum økjum sum okkara, í hvussu er í byrjanini.
Teitur Poulsen heldur, at vilja menn leggja serskatt eisini, so eigur hann at leggjast á yvirskotið og ikki á framleiðsluna.
-Er man ov grátigur í byrjanini, so er vandi fyri, at man einki fær. Verða tað so funnar stórar oljukeldur, so veit man frá royndum eitt nú í Bretlandi, at treytirnar tá eru vornar broyttar, hóast hetta ikki dámar oljufeløgunum. Tað er so gjørt ótaldar ferðir í Bretlandi.
Tað ræður um at ?tiltrekkja? so nógv sum møguligt í byrjanini.
Tað er nakað av hesum, sum teir báðir skotsku fyrilestarhaldararnir fara at mæla føroyingum til siga Kári og Teitur.
Kemp fer at mæla til, at vit eru varnir, tá tað kemur til serskatt og minst møguligt leggja skatt á framleiðsluna men heldur á yvirskotið.
Styles fer at tosa um trygdar- og umhvørviskrøv, men eisini, at vinnulívið ger seg til reiðar til tann hugsanarhátt sum oljufeløg hava, soleiðis at ein kann fáa skilagóðan dialog, áðrenn man fer at skriva sjálvar avtalurnar millum myndugleikar og feløgini.