Eigaraskifti hjá P/F Beta í Saltangará

Faroe Seafood hevur nú keypt alt virksemið hjá P/F Beta og soleiðis eisini landingarmiðstøðini hjá felagnum, Kongshavn

Eigaraskifti

Í nógv ár hevur Olaf Olsen verið ímyndin av felagnum, P/F Beta, í Saltangará.
Tá Olaf legði frá sær sum reiðari fyri góðum tveimum árum síðan, tók sonur hansara, Ragnar Olsen, við sum stjóri og reiðari við ábyrgd av skiparakstrinum.
Olaf helt tó í fyrstu syfti fram sum stjóri í felagnum, Kongshavn, sum átti og rak Landingarmiðstøðina í Saltangará.
Kongshavn var dóttirfelag, sum P/F Beta átti allan partapeningin í. Seinasta árið hevur Ragnar Olsen so eisini verið stjóri á Landingarmiðstøðini.
Tað er Ognarfelagið frá 1980, sum átti 95% av partapeninginum í Beta, og Íløgufelagið Tjaldur átti meginpartin av partapeninginum í Ognarfelagnum.
Líggjas í Bø hevur verið nevndarformaður bæði í P/F Beta og Íløgufelagnum Tjaldur.
Íløgufelagið Tjaldur er ogn hjá umleið 2400 partaeigarum og tann, sum varðar av høvuðspartinum, er Hans Andrias Dam.
Líggjas í Bø segði við Útvarpið í gjár, at eigararnir gjørdu av at selja, tí teir fingu eitt gott tilboð frá Faroe Seafood, men hann vildi ikki upplýsa søluprísin fyri virksemið hjá felagnum.

Áhugamálini
Sum skilst, er tað Hans Andrias Dam, sum gjøgnum Ognarfelagið frá 1980 hevur havt størstu persónligu áhugamálini í virkseminum hjá Beta og dóttirfelagnum, Kongshavn.
Tað var í 1980, at Skipafelag Føroya varð býtt sundur í tvey, soleiðis at farmurin varð verandi í Skipafelagnum, meðan sjálvur fiskivinnuparturin táverandi Handils-og Fyrstivirkið í Fuglafirði og Beta fóru í Ognarfelagið frá 1980.
Tá ið hetta varð gjørt, vóru eigaraviðurskiftini í Skipafelagnum og Ognarfelagnum identisk.
Tað var Oddur Niclasen, sáli, sonur Sakarias Niclasen, nevndur Sakarias á Skipafelagnum, sum saman við Árna Joensen var høvuðspersónurin í Skipafelag Føroya, tá ið felagið varð býtt í tvey.
Síðan hevur Hans Andrias Dam, sum er systursonur Odd Niclasen, varað av einum stórum parti av partapeninginum.
Tað er ikki langt síðan, at Eimskip keypti Skipafelag Føroyar, og nú hevur so Faroe Seafood keypt alt virksemið hjá P/F Beta og soleiðis eisini landingarmiðstøðini hjá felagnum, Kongshavn.