Fyrrapartin í gjár var 68 ára gamli grønlendski reiðarin Anders Jonas Brøns funnin lívleysur á sjónum í Aalborg – nærindis matstovuskipinum Prinses Juliane. Anders Jonas Brøns var fluttur á Aalborg Universitetshospital, har staðfest var, at hann var deyður.
Tað skrivar Sermitsiaq.
Anders Jonas Brøns var stovnari og annar eigarin av stóru grønlendsku fiskivinnufyritøkuni Polar Seafood, sum gjøgnum árini hevur havt nógvar føroyingar í arbeiði. Eitt nú eru nógvir av yvirmonnunum umborð á skipunum hjá Polar Seafood føroyingar.
Anders Jonas Brøns kemur úr bygdini Arsuk í Suðurgrønlandi. Í 1984 stovnaði hann Polar Seafood, og fyrstu árini samstarvaði hann við Hans Pavia Egede. Tá ið Hans Pavia fór úr fyritøkuni, keypti Jens Salling seg inn, og síðani hava Anders Jonas Brøns og Jens Salling átt Polar Seafood, sum er ein milliardafyritøka við fiskavirkjum og fiskiskipum.
Sermitsiaq skrivar, at Anders Jonas Brøns hevði verið úti og etið saman við Jens Salling í Aalborg hóskvøldið. Eftir døgurðan fór selskapið hvør til sítt, og eingin veit, hvat síðani er hent Anders Jonas Brøns. Løgreglan í Aalborg heldur, at talan er um eina syrgiliga vanlukku, og eingi tekin er um nakað brotsverk.