Eigur at halda Sosialin

– Nei, eg sá tíverri ikki hasa for­síð­ina í Sos­i­al­i­num – og eg kann ikki fyri­halda meg til tað, sum stendur á for­síð­u­num í bløð­u­num...

Nakað soleiðis segði løg­mað­ur í Degi og Viku hós­kvøld­ið í farnu viku, tá hann varð spurdur um, hví hann ikki visti, at Inn­lend­is­mál­a­ráðið hevði gjørt við­merk­ing­­ar til tunn­ils­upp­skotið hjá Inn­lendismálaráðnum. Tær kritisku viðmerkingarnar, sum Kári P. Højgaard noktaði at bera niðan í tingi. Tað var hetta, sum Sosialurin longu hevði á forsíðuni 9. august.

Tað var í illsinni fyri ein­um ári síðani, at løgmaður strik­aði haldið av Sosialinum, eft­ir at blaðið hevði skrivað um, at landið misti pengar upp á eina mvg-skuld hjá ein­um felag, sum løgmaður varðaði av.

Innslagið í Degi og Viku vísir bara, at betur var, um løg­mað­ur las Sosialin!