Eigur fótbóltskappingin at koppast á høvdið?

Í sendingini fara vit at hoyra frá Jákup Mørk, sum hevur vitjað norður við Margáir í dag. Vit fara eisini at tosa við venjaran, Petur Simonsen, um hví vit eiga at umhugsa at venda fótbóltskappingini á høvdi, soleiðis at fyrra helvt byrjaði t.d. hálvan august, og meistarin var funnin í ljósastu tíð, fyrst í juni-mánað. Eirikur Rasmussen, HB-veteranur kemur eisini at vitja sendingina við einum nýggjum HB-sangi. Vit frætta eisini frá Eiriki í Jákupsstovu, sum fer at vitja inn í ítróttarhøllina á Eiði, har stákast verður til tað stóru gullveitsluna.

 

Lurtarnir kunnu sms´a sína hugsan um:

 

A) Kappingin eigur at verða vend á høvdið, og meistarin eigur at verða funnin í juni.

 

B) Kappingin gongur eftir kalandaraárinum, men summarstegðurin eigur at droppast, og kappingin endar síðst í september.

 

C) Kappingin eigur at verða, sum nú.

 

Lurtarnir sms´a sína hugsan inn á tlf.nr. 559999