Eitt nýtt lánsbræv, ið danskir íleggjarar keypa frá Eik, gevur bankanum 615 mió. kr. í nýggjum gjaldføri. Upphæddin fer til endurfígging av verandi lánum
- Nýggja lánsbrævaútgávan hjá Eik Banka er eitt tekin um, at marknaðurin nú virkar aftur eftir eitt tíðarskeið, har flestu fíggjarstovnar í heiminum hava hildið sera fast í gjaldførinum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik, nú bankin hevur útvegað sær 615 mió. kr. á danska marknaðinum við útgávu av einum nýggjum lánsbrævi.
- Vit settu okkum fyri at útvega 500-750 mió. kr. við hesi lánsbrævaútgávuni, og tí eru 615 mió. kr. ein nøktandi upphædd, sigur Finn Danberg, fíggjarleiðari og undirstjóri í Eik.
Lánsbrævið verður í morgin skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn við fyrsta handilsdegi 23. januar 2009.
Upphæddin frá lánsbrævaútgávuni fer í stóran mun til endurfígging av verandi lánum hjá Eik Banka.
Lánið, ið spyrst burtur úr lánsbrævaútgávuni, er eitt fastforrentað obligatiónslán við árligari rentu á 3 prosent. Lánið verður útgivið til kurs 98,701 og innfríað 31. august 2010 til kurs 100. Tað er fevnt av trygdini, danski staturin veitur bankum, ið eru partur av danska fíggjargeiranum.
Fíggjardeildin í Eik hevur samskipað útgávuna av lánsbrævinum, ið Nordea Bank Danmark A/S hevur staðið fyri vegna Eik Banka.