EIK høvuðsstuðul hjá GÍ/LÍF

Í dag gjørdist greitt, at EIK verður høvuðsstuðul hjá samanlagda felagnum GÍ/LÍF

Fýra fegin umboð fyri EIK, GÍ og LÍF uttanfyri deildina í Gøtu.


Á deildini í Gøtu skrivaðu partarnir í morgun undir ein tvey ára sáttmála, ið inniber, at EIK verður høvuðsstuðul hjá bæði vaksnamanna- og ungdómsdeildini.


Í feløgunum fegnast man um, at Ársins virki 2007 og Bank of the year hevur valt at stuðla samanlagda felagnum, sum leggur til brots í øllum deildum komandi kappingarár.