TÍÐINDASKRIV
Seinastu dagarnar hevur Dimmalætting skrivað um, at Eik Banki hevur haft framløgu fyri 8. flokki í
Hoyvíkar Skúla. Brúkaraumboðsmaðurin hevur viðgjørt spurningin.
Við tað, at bankar ikki hava nakra áseting um brúkaraverd fyri børn og ung, verður
marknaðarføringslógin løgd til grund. Grein 8, stk. 1 er soljóðandi:
§ 8. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá
børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum
hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.
Brúkaraumboðið og Eik eru samd um, at marknaðarføringslógin § 8 stk. 1 er galdandi í sambandi
við marknaðarátak mótvegis skúlanæmingum. Sambært danskari rættarsiðvenju á økinum krevst
loyvið frá skúlastýrinum, fyri at fremja slík marknaðarátøk. Sambært Eik var samtykkið givið frá
skúlans leiðslu.
Við tað, at Eik hevði fingið loyvið frá skúlastjóranum, verður ikki talan um átalu ella brot á grein 8
stk. 1.
Brúkaraumboðið hevur eisini havt málið fyri hjá danska brúkaraumboðsmanninum, við tað at vit í
Føroyum ikki hava royndir á slíkum øki. Niðurstøðan er greið, at talan ikki verður um nakra átalu
ella brot á marknaðarføringslógina, við tað at Eik í hesum føri hevur fingið samtykkið frá
skúlastjóranum.
Brúkaraumboðið sannar, at tað er sera óheppið, at sagt verður í blaðskriving í Dimmalætting, at
talan verður um átalu, meðan viðgerðin fer fram hjá Brúkaraumboðsmanninum. Fyri rættartrygdina
og sakliga viðgerð, er tað av størsta týdningi, at partarnir fáa stundir til hoyringar, áðrenn nøkur
niðurstøða um átalu verður framborin.
Í sambandi við fund og samskiftið, hevur Eik sýnt gott samstarv og skjóta og greiða avgreiðslu.
Vegleiðing um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum, eisini á skúlum, er at finna hjá danska
brúkaraumboðsmanninum, og er tað henda vegleiðing, sum Brúkaraumboðið hevur lagt til grund,
við tað at danska og føroyska marknaðarføringslógin eru einsljóðandi.
Marknaðarføringslógin er nýggj, og bæði fyritøkur og stovnar skulu finna sítt stev í mun til lógina.
Omanfyri nevnda vegleiðing um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum verður send til
hoyringar í næstum til Mentamálaráðið, Vinnuhúsið, Felagið Føroyskir Peningastovnar, og aðrar
myndugleikar og stovnar.
Málið er endað.
Vegleiðingin ung og børn er at finna á hesi leinkju:
www.forbrug.dk/forbrugerombudsmanden/sager-ogretningslinjer/
retningslinjer/retningslinjer/brnogunge/
Umframt hesa leinkju er eisini ung og gjaldskort:
Brúkaraumboðið,
Vágur tann 4. september 2009.