Eik lítið hall fyrsta ársfjórðing

Eik Banki kunnger í dag eitt lítið hall á smáar 7 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing. - Hetta er sum væntað, sigur bankin. - Úrslitið er sum væntað, hóast undirskot. Niðurskrivingarnar eru munandi minni, og tað er at fegnast um. Samstundis síggja vit vaksandi netto rentuinntøkur. Harafturímóti fullu inntøkurnar frá ómaksgjøldum, samstundis sum útreiðslurnar vuksu eitt vet, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, í fráboðan til virðisbrævamarknaðin í Danmark.

Kvartalsroknskapurin vísir eitt hall á 6,6 milliónir krónur áðrenn skatt, í mun til eitt hall á 35,6 milliónir krónur áðrenn skatt fyrsta ársfjórðing í fjør.

Niðurskrivingarnar upp á útlán fullu úr 76 milliónum krónum fyrsta ársfjórðing í fjør til 17,2 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár.

Solvensurin hjá bankanum er eftir fyrsta ársfjórðing 2010 11,4 prosent, samanborið við 10,0 prosent fyri einum ári síðani.

Kurstap upp á virðisbrøv er 36,6 milliónir krónur, sum er nakað størri enn í fjør, tá kurstapið var 12,3 milliónir krónur.

- Kurstapið er í høvuðsheitum orsakað av, at Eik Bank Danmark í januar umlegði lán til partapening í Tower Group, sum síðan umleggingina er fallið nógv í virði, sigur Marner Jacobsen í fráboðanini til virðisbrævamarknaðin í Danmark.

Eik Banki væntar, hóast hallið í fyrsta ársfjórðingi, yvirskot við ársenda.