Tað var Eileen Jacobsen, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld, har høvuðsvinningurin var á 2,8 miljónir krónur.
Sum náttúrligt er, var hon ógvuliga spent, og hon viðgekk, at hon ristist á hondunum. - Eg havi ongantíð ringt fyri meg sjálva áður, bara fyri onnur, segði hon.
Tá hon varð spurd, um hon vildi leggja alla upphæddina í ein leyp - ella, hon heldur vildi deila upphæddina yvir teir tríggjar leyparnar, svaraði hon.
- Eg vil gjarna deila tað.
Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 75.000 krónur. - Eg prøvi einaferð aftrat, segði hon, tá verturin spurdi hana.
Í aðru royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 30.000 krónur. Hon ivaðist ikki serliga nógv. - Altso, eg prøvi einaferð aftrat.
Í triðju og seinastu royndini var líka við.
At síggja til, hevði gekka-hjólið hug at steðga á gula leypinum við 950.000 krónum í, men tíverri leyp hjólið um ein seym aftrat og steðgaði á 12.500 krónum.
- Neiiiiiiii...... hoyrdist Eileen Jacobsen siga, tá hon sá, at hin stóri vinningurin, sum sá út til at verða so nær, kortini glapp henni av hondum.
- Men, 12.500 krónur er eisini gott, heilt sikkurt. Túsund takk fyri og gott vikuskifti, vóru seinastu orðini hjá Eileen Jacobsen í Gekka-spælinum í kvøld.