Eiler eigur uppgávuna í Runavík

NSÍ fær leygarkvøldið vitjan av ósigraða toppliðnum í Klaksvík

Tað verður ein av royndu dómarunum, sum verður 23. maður á vøllinum við Løkina í Runavík, tá ið NSÍ leygarkvøldið fær vitjan av KÍ.

 

NSÍ og KÍ verður einasti dystur í fremstu deildini hvítusunnuaftan. Hinir fýra dystirnir vera 2. hvítusunnudag.

 

Fyrsta bríksl verður klokkan 19. Leygardagin verður longsti dagur ein mánað burtur. Ljósviðurskiftini kring vøllin við Løkina eru av teimum bestu, og ljóshavið fer at skola oman yvir vøllin í várljósinum og várveðrinum.

 

Eiler Rasmussen, sum hósdagin hevur 44 ára føðingardag, hevur sambært faroesoccer.com verið dómari í fremstu røð síðani 2001, og síðani hevur hann á hvørjum ári verið dómari í bestu deildini. Higartil í ár hevur hann dømt seks dystir í bestu deildini, tveir dystir í næstbestu og ein dyst í steypakappingini.

 

12. umfar

 

Leygardagin 22. mai

 

NSÍ – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 19.00

 

Mánadagin 24. mai – 2. hvítusunnudagur

 

 Víkingur – EB/Streymur: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B68 – 07 Vestur: Rani A. Skaalum

 

B36 – HB: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

TB – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

 

 

11101048431
HB1173130724
Víkingur11641241022
NSÍ11632211221
B3611452191317
ÍF11326153211
EB/Streymur1123610199
07 Vestur1122713398
B681113712326
TB110296302