Skipasølur
Eiler Jacobsen seldi partafelagið Krúnborg fyri 356 mió kr. í juni mánaði í ár. Verður skuldin í felagnum - hon var við árslok 2005 upp á 87 mió kr. - tald við, var samlaða virðið á handlinum 443 mió kr. Ella við øðrum orðum er tað upphæddin, sum nýggju eigararnir skulu forrenta.
Og tað er nú væl meira enn tað, sum greiningin hjá Sparikassanum vísir. Sambært hesi er eitt nótaskip við veiðiloyvi vert á leið 300 mió kr., og tí er ikki løgið, at sildakongurin úr Skálavík segði talan vera um eitt tilboð, sum var ov gott at siga nei til.
Øðrvísi er í so máta við handlunum kring Vesturvón og JFK-samtakið. Vesturvón varð sambært givnum upplýsingum selt fyri 160 mió kr. Skuldin í felagnum var 20 mió kr., og tí var samlaða kravið til rentingina av keypinum 180 mió kr. Men keypararnir fingu nú meira enn ein flakatrolara við í keypinum. Vesturvón hevði nevnliga eisini tvey trolarapør, har hvørt skipið við veiðirættindum sambært Sparikassanum hevur eitt handilsvirði á 18 mió kr. Ella í alt 72 mió kr. Er hetta rætt, so var virðið av Vesturvón á leið 108 mió kr.
Og hjá JFK samtakinum stóð ikki so munandi betri til. Har var samlaði søluprísurin uppgivin til 120 mió kr., og saman við skuldini á 190 mió kr. gevur hetta 310 mió kr., sum onkursvegna kunnu forrentast. Tveir flakatrolarar á 150 mió fyri hvønn, geva eitt virði, sum táttar heilt væl í tær 310 milliónirnar. Men JFK-samtakið innihelt tó eisini so nógv annað. Eitt pelagiskt, tvey ísfiska- og eitt rækuloyvi vóru í felagnum, sum eisini átti næst størsta rávøruútflytaran í landinum. Nevnliga Kósavirkið. Og sammett við bæði Vesturvón og við tølini, sum Føroya Sparikassi nú leggur fram, er eingin ivi um, at handilin tá fór fram fyri væl lægri upphæddir.