Mangan verður hann skeldaður, men í kvøld varð hann heiðraður. Eiler Rasmussen var valdur til ársins dómara á fótbóltskvøldinum í Miðlahúsinum.
- Vit fáa nógv út yvir okkum sum dómarar, og vit tola nógv av, men tað er hugaligt at fáa eitt herðaklapp sum hetta, sigur Eiler Rasmussen.
Hinir báðir dómararnir, sum vóru tilnevndir, vóru Ransin Djurhuus og Petur Reinert.