Eilif Samuelsen 80 ár

22. mai fylti Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður, 80 ár.


22. mai fylti Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður, 80 ár. Eilif er føddur og uppvaksin í Fuglafirði sum tann fjórði í røðini av tólv systkjum. Foreldrini vóru Steingrím L. Samuelsen og Lena Samuelsen. Bæði foreldrini høvdu tónleikagávur og hetta hevur eyðkent Eilif og hini systkinini, sum altíð hava havt stóran tokka til sang og tónleik.


Í 1952 fór Eilif á háskúla í Haslev og fór síðan á Haslev Seminarium, har hann tók prógv í 1958. Eftir lokið prógv gekk leiðin aftur til Føroya. Fyrsta árið arbeiddi hann sum vikarur í Fuglafirði, og summarið eftir bleiv hann lærari á skúlanum í Hvalvík.


Eilif giftist Katrini f. Hansen úr Saksun í 1956 og saman eiga tey børnini Sigrun (fødd 1956) og Jákup (føddur 1959).


Eilif flutti við familjuni til Havnar í 1965 og starvaðist sum lærari í Kommunuskúlanum. Í 1968 fóru Eilif og Kartin niður til Keypmannahavnar, har Eilif gekk á læraraháskúla. Árið eftir fluttu tey aftur til Føroya og Eilif fekk starv í Venjingarskúlanum har hann starvaðist til hann fór frá vegna aldur.


Eilif hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og

hevur tikið lut í nógvum samfelagsligum og mentanarligum arbeiði øll

árini. Hann var millum annað formaður í Føroya Lærarafelag frá 1969-1980 og sat í stýrinum fyri Mentunargrunn Landsins í 18 ár. Hann var bygdaráðsformaður í Hvalvíkar kommunu árini 1963-1965 og sat

á Føroya Løgtingi fyri Sambandsflokkin frá 1978-1990 undantikið eitt skeið sum landsstýrismaður. Eilif var landsstýrismaður tvey skifti frá 1981-1985 og frá 1994-1998.


Seinastu árini hevur Eilif fingist nógv við at týða bøkur. Umvegis egna forlag sítt Hemlið hevur hann higartil givið út 9 heimsklassikarar á føroyskum. Fyrsta bókin, hann umsetti og útgav, var Játtanir Augustinusar, sum kom út í 2004. Nýggjastu týðingarnar í røðini, Politikkur og Etikkin hjá Aristoteles, komu út ávikavist í fjør og fyrraárið.


Eilif hevur í nógv ár verið deknur í Vesturkirkjuni - og er tað framvegis.