Um hálvan mars kemur út bókin »Játtanir Augustinusar«, sum er um ein av latínsku kirkjufedrunum, sum á sín serliga hátt setti dám á gudfrøði og kirkjulív.
Tað er Eilif Sameulsen, lærari og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, sum hevur týtt bókina.
? Fyri fimmti árum síðani hoyrdi eg um Augustinus á læraraskúlanum og keypti eina bók við heitinum »Augustinus Bekendelser«, greiðir Eilif Samuelsen frá.
Hetta var ein stytt útgáva av teimum fyrstu 10 bókunum av »Confessines«.
? Nú ið eg fekk meira ræði á míni tíð, fór eg undir at týða ta bókina, sigur Eilif Samuelsen.
Aurelius Augustinus hevur havt alstjóran týdning fyri vesturevropiska mentanarliga siðaarvin.
Játtanir Augustinusar er ein av teimum mest týðandi og mest nýskapandi verkunum í latínsku bókmentum. Bókin er skrivað, tá ið høvundurin var fyrst í fýratiárunum í teim seinastu árunum av fjórðu øld e. Kr. og í teimum fyrstu árunum, hann var biskupur. Hon endurspeglar lív hansara og virksemið við at endurminnast og tulka eina lívsgongd.
? Henda útgávan, sum er tað fyrsta av Augustinusi, ið útgivið er á føroyskum, hevur »Confessiones« í heilum líki, eisini tær tríggjar setinastu heimspekiligu bøkurnar um tíðina og skapanarsøguna,sum sjáldan verða tiknar við, greiðir Eilif Samuelsen frá.
Av tí at Eilif Samuelsen ikki var so kønur í látíni, hevur hann nýtt rúma tíð at bøta um látínið. »confessiones« er skrivað á látíni ? men hevur hann nýtt enskar og norðurlendskar bókmentir sum stuðul.