Íslendska reiðaríið Eimskip biður nú norsku myndugleikarnar um umbering fyri oljudálkingina, sum hevur staðist av, at farmaskipið Goðafoss sigldi á ein flúr í Oslofjørðinum fyrr í vikuni. Nakað av olju lak úr tveimum brennioljutangum.
-Vit eru sera hørm um tað, sum er hent í hesum náttúruvakra økinum. Vit arbeiða saman við norsku skaðanevndini og løgregluni fyri at fáa staðfest, hvat er hent, sigur stjórin í Eimskip, Gylfi Sigusson, við norska blaðið VG.
Hann vil ikki tosa um orsøkina til óhappið, so leingi myndugleikarnir ikki eru lidnir við sínar kanningar.
VG skrivar, at Eimskip hevur siglt upp á Noreg í 25 ár, og at óhappið við Gosafossi er tað fyrsta hjá reiðarínum í norskum sjógvi.
Goðafoss var á veg úr Helsingborg í Svøríki til Frederikstad í Noregi, tá skipið fór á land. 493 bingjur eru umborð á skipinum, og tosað verður um at taka tær av skipinum, áðrenn roynt verður at toga tað avaftur.