-Størsta flutningsfyritøka í Norður Atlantshavi.
Tað er ikki eitið á skoðsmál nýggja samanlagda flutningsfelagið gevur sær sjálvum.
Leiðslurnar í Skipafelagið Føroyar og Eimskip hava gjørt av at leggja flutningsfyritøkurnar saman. Fyri samanleggingina fáa eigararnir í Skipafelagið Føroyar 100 mió. krónur í reiðum peningi og 6% av partaprøvunum í Eimskip.
Í tíðindaskrivi týsdagin verður boðað frá, at samanleggingin fer at tryggja báðum pørtum betri rakstur og kundanum betri tænastu. Bæði Skipafelagið og Eimskip hava verið marknaðarleiðandi hvør á sínum heimamarknaði seinastu mongu árini.
Nýggja felagið metir, at samanleggingin fer at geva ein umsetning í Føroyum millum 345 og 430 mió. krónur. Samanløgdu flutningsfeløgini vænta eisini at spara góðar 45 mió. krónur árliga.
Yvirtaka virksemið
Nýggja felagið arbeiðir miðvíst við at leggja flutningskervini hjá feløgunum saman, umframt at áherðsla verður løgd á at samansjóða virksemið hjá feløgnum í Danmark og menna samstarvið innan sølu- og marknaðarføring.
Frá einum føroyskum sjónahorni verður sagt, at Skipafelagið miðar ímóti at yvirtaka núverandi virksemi hjá Eimskip í Føroyum.
Eftir samanleggingina verður árligi umsetningurin hjá báðum feløgunum millum 2.400 og 2.600 mió. krónur, og ætlaði vinningurin verður mettur at verða millum 260 og 300 mió. krónur.