Eimskip royndi at keypa Smyril Line

Íslendska felagið Eimskip hevur seinastu tíðina roynt at keypt á meirilutanum av partapeninginum í Smyril Line, men keypsroyndin miseydnaðist Stóra íslendska flutningsfelagið Eimskip, sum fyri nøkrum árum síðan keypti Skipafelag Føroya, hevur í seinastuni fingið fatur í Smyril Line. Tað skrivar dagsins Dimmalætting, sum tó ikki hevur søguna váttaða nakrastaðni frá.

Blaðið sigur seg tó vita frá álítandi keldum, at tríggir íslendingar hava verið í Føroyum við tí fyri eyga, at fáa fatur á partapeninginum í Smyril Line.

Hetta eydnaðist tó ikki, tí hvørki TF Holding ella Framtaksgrunnurin, sum til samans eiga meira enn helmingin av partapeninginum, vildu selja. Tað merkir við øðrum orðum, at meirilutin av partapeninginum framvegis er á føroyskum hondum.