Ein álvarslig hóttan

Tað var fríggjadagin, at Norðurkorea royndarskeyt eina langtberandi ballistiska rakett.

Uttanríkisráðharrarnir í G7-londunum fordøma nú í einari felags útsøgn royndarskjóting av langtberandi rakettum í Norðurkorea.

 

Londini siga, at skjótingin er ein álvarslig hóttan móti tryggleikanum í grannalondunum og altjóða friði.

 

Tað er tíðindastovan Reuters, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

G7-londini halda, at ST trygdarráðið eigur at gera nýggjar metingar av royndarskjótingini hjá Norðurkorea.

 

Tað var fríggjadagin, at Norðurkorea royndarskeyt eina langtberandi ballistiska rakett, og nú fordøma uttanrikisráðharrarnir í G7-londunum hesa royndarskjóting.