Andaktirnar, sum Johs. Andr. Næs hevur skrivað, fylgja í høvuðsheitum kirkjuárinum.Smálestrarnir í bókini byggja á Bíbliuna - ein partur úr prædikutekstunum í báðum tekstarøðunum í kirkjuárinum, ein partur úr Luthers Katekismus eftir Balslev og ein partur við bíbliuorðum. Hóast hvør lesturin er settur til ávísan dag í árinum, er bókin skipað soleiðis, at lestrarnir við bíbilversi úr prædikutekstum nøkunlunda fylgja kirkjuárinum við hinum lestrunum settum ímillum. Tað er Bókadeild KFUMs, sum gevur andaktsbókina út. Bókin er at fáa í bókahandlum kring landið