Ein annarleiðis Troubadurur í Café Natúr

Avstralski trubadururin Rob Luca spælur á Café Natúr frá hóskvøldinum til sunnukvøldið. Vanliga verður hugsað um ein mann og ein gittar, tá trubadurar vitja Café Natúr, men so er ikki á hesum sinni. Rob Luca spælir ljómborð og hevur rútmuboks.

 
Hetta kundi boða frá einum longum og festligum vikuskifti í Café Natúr. Mikukvøldið verður triðja umfar av pub quizini í Café Natúr, hvørt mikukvøld verður kappast um heiður og øl, umframt møguleikan fyri at kappast um ein VIP túr í býin.