Ein app sum ger tað høggligari hjá viðskiftafólkunum (FM1)

(FM1) Hoyr Heðin Joensen, stjóra hjá Bil-Taxi í Havn greiða frá appuni

##med2##

 

Síðani 2018 hevur Bil-Taxi í Havn havt eina app tøka til viðskiftafólk, ið hevur gjørt tað høggligari og skjótari hjá viðskiftafólkunum at bíleggja ein taxabil.

 

Seinnapartin vitjaði stjórin á Bil-Taxi, Heðin Joensen FM1, har reportarin hjá FM1, Petur Zachariassen fekk hann at greiða frá appuni.

 

Heðin Joensen heldur, at talan er um eina app, ið er lætt at brúka. Størsti fyrimunurin er, at taxabilurin sum er staddur nærmast við viðskiftafólkið fær boðini, og so er taxabilurin skjótur á staðnum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna. 

 

 

 

Samrøða við Heðin Joensen frá Bil-Taxa

Samrøða við Heðin Joensen frá Bil-Taxa