Eftir øllum at døma slapp bara eitt av 42 fólkum við lívinum, tá farmaskipið Gulf Livestock 1 kom í neyð og sendi út neyðarkall, tá skipið var á einari leið suður úr Japan. Umframt tey 42 fólkini umborð, var skipið eisini lastað við 5.800 neytum, tá tað rendi seg í eitt rættiligt ódnarveður.
Maðurin, sum er bjargaður, er 45 ára gamal, og hann er filipinskur ríkisborgari. Tað var japanska bjargingartænastan, sum fann mannin, flótandi í bjargingarvesti. Sambært bjargingartænastuni er maðurin á fótum.
Bjargaði maðurin skal hava sagt, at ein av motorunum á skipinum steðgaði, og ein stór alda holvdi skipið, sum síðan sakk. Hin 45 ára gamli sigur, at hann sá ongan annan av manningini í sjónum, meðan hann bíðaði eftir hjálpini.
Tíðindasíðan - Kyodo News - skrivar, at farmaskipið fór úr Ný Sælandi hin 14. august og skuldi ætlandi verða í Kina næsta fríggjadag. Sum skilst, sigldi nøkur túsund tons stóra skipið - Gulf Livestock 1 - undir panama-flaggi.