Ein av brasilumonnunum hevur spælt á Svangaskarði

Fótbóltur: Føroyingar hava roynt seg móti fleiri av teimum, sum í vikuskiftinum skulu spæla um HM heiðursmerkini í Fraklandi

Kappingin um heimsmeistaraskapið í fótbólti er um at vera av á hesum sinni. Í kvøld skulu Kroatia og Holland, ið hava tað til felags, at tey eru vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist hjá teimum at røkka finaluni, royna at stramma seg upp fyri at vinna bronsumerkini, og í annaðkvøld fara fronsku vertirnir, sum fyri fyrstu ferð hava rokkið finaluni, at spenna seg út fyri at røkka málinum, sum bæði teir og øll fótbóltshugað í Fraklandi hava droymt um, síðani tað var greitt, at Frakland fór at vera vertur fyri HM kappingini í ár.

Mótstøðumenninir koma úr Brasiliu, og vónirnar og krøvini til teir gulu og bláu eru ikki minni. Brasila hevur higartil vunnið HM fimm ferðir ? í 1950, 1958, 1962, 1970 og 1994 ? og nú er takið hjá teimum at vinna fyri aðru ferð í Europa. Fyrra ferðin var í 1958, tá teir eisini høvdu vertstjóðina ímóti sær. Sviar taptu 5-2, og so fáa vit at síggja, um fransar kunnu skala suðuramerikanarunum.


Nú sæst fótbóltur allan sólarringin

Tøknfrøðisliga menningin gongur skjótt. Tað staðfesta vit dag og dagliga, og ikki minst tá tað ræður um møguleikarnar at fylgja við í tí, sum gongur fyri seg úti í stóru verð, hava broytingarnar verið veldugar tey seinnu árini.

Tað verður sagt, at einki tiltak nakrantíð áður hevur fingið so nógva umrøðu og senditíð í sjónvarpsrásunum kring knøttin, sum HM kappingin í Fraklandi, og heima á klettunum er tað sjálvsagt, at tað er møguleiki at fylgja við, og tey, sum hava parabol ella búgva í høvuðstaðarøkinum og tískil kunnu njóta gott av skilagóðu skipanini hjá Tórshavnar kommunu, hava undir HM kappingini havt møguleika at síggja fótbólt allan sólarringin, og so er spurningurin, hvør hevur havt tíð og orku til tað!


Fjarstøðan er

nógv minkað

Men tað er ikki so langt síðani, at føroyingar fingu møguleikan at fylgja við í sjónvarpi, og tí kendust kappingarnar at vera nógv longri burtur, enn tær eru nú.

Donsku dagbløðini gera nógv burturúr. Nú ber til at lesa tey í Føroyum sama kvøldið, sum tey koma út. Fyri ikki so nógvum árum síðani vóru tey fleiri dagar gomul, tá tey komu í kioskirnar í Føroyum, men tá kendist tað áhugavert at fáa fatur í teimum og á tann hátt at fylgja við í t.d. HM.

Nú kemur tað meiri enn so fyri, at føroyingar fara á staðið og eru partur í áskoðarafjøldini, men tað er ikki so langt síðani, at tú hoyrdi um onkran, sum fór til Danmarkar fyri har at fylgja við í sjónvarpinum.

Í sjeyti árunum komu fyrstu videomaskinurnar og fyrstu sjónvørpini til landið. Í fyrstuni var hetta ikki hvørs mans ogn. Fótbóltsfeløg og onnur skipaðu fyri, at dystirnir vórðu vístir, og á uppmøtingini sást, at hetta varð mett at vera áhugavert, sjálvt um tey, ið møttu, vistu um leikgongdina og úrslitið frammanundan. Fyrsta ferðin skipað varð fyri slíkum, mundi vera, tá olympisku leikirnir vóru í München í 1972, og ítróttarhøllin á Hálsi varð býtt sundur í nógvar básar, og so var møguleiki at velja ímillum boksing, hondbólt, fótbólt og nógv annað.


Alla staðni í senn

Fyrsta ferðin, føroyingar høvdu møguleika at síggja HM kappingar í egnari stovu mundi vera, tá kappingin í 1982 var í Spaniu. Tá vóru tað privatu sjónvarpsfeløgini, ið gjørdu sítt ítarsta fyri at veita hyggjarunum so góða tænastu, sum tað bar til. Tá HM kappingin í 1986 var í Mexico, var Sjónvarp Føroya komið, og tá varð sent beinleiðis.

Nú er tað ein sjálvfylgja, at vit í kvøld og í annaðkvøld hava møguleika heima í stovuni at fylgja við í tí, sum fyriferst í Fraklandi. Og tað er eisini ein veruleiki, at tey í Suðurameriku, Asiu og Afriku um somu tíð síggja tað, sum vit síggja.

Tað verður roknað við, at talið á teimum, sum fara at fylgja við í annaðkvøld, tá Brasila og Frakland fara at stríðast um HM, fer at vera so stórt sum ongantíð áður, og tað vil siga, at meiri upp ímóti tveimum milliardum samstundis fara at hyggja at tí, sum fer at ganga fyri seg í París. So er spurningurin, hvussu tað verður við náttarsvøvninum hjá teimum í Japan og Suðurkorea, sum um fýra ár skulu skipa fyri kappingini. Og vit kunnu longu nú ímynda okkum, hvussu tað fer at vera við náttarsvøvninum hjá føroyingum um fýra ár!


Gamlir kenningar

Samstundis sum HM kappingin er komin føroyingum nógv nærri gjøgnum sjónvarpið, so eru Føroyar eisini vornar partur av altjóða fótbóltinum. Landsliðið hevur tikið lut í undankappingum síðani 1990, og síðani 1992 hava føroysk feløg tikið lut í Europa Cup.

Hetta hevur havt við sær, at vit kenna nógv andlit aftur, sum føroyingar hava roynt seg ímóti. Fleiri lið, sum hava verið við í Fraklandi, hava vitjað á Svangaskarði, t.d. Skotland, Belgia, Spania, Noreg og Jugoslavia, og føroyingar hava eisini roynt seg móti Danmark og Eysturríki, tá heimavøllurin var í Landskrona.


Brasiliumaðurin á Svangaskarði

Nú eru fýra lond eftir í kappingin, og føroyingar komast framvegis við nøkur nøvn.

Okkum kunnugt hevur eingin av spælarunum hjá Fraklandi og Hollandi spælt móti føroyingum, men tað hava kroatar og ein brasiliumaður.

Kanska eru tað ikki so nógv, sum hava givið sær far um tað, men ein av føstu monnunum hjá Brasilia hevur eina ferð spælt á Toftum. Talan er um verjuspælaran Junior Baiano, sum var á liðnum hjá Werder Bremen, ið leygardagin 13. juli 1996 í Intertoto Cup kappingini vann 4-0 á Svangaskarði móti B68. Baiano hevur 4-talið á rygginum, tá hann spælir fyri Brasilia, og annars spælir hann heima í Brasilia fyri felagið Flamengo.

Teir, sum m.a. stóðu andlit til andlit við brasiliumannin vóru Kjartan Nesá, Jan Petersen (Mannbjørn Nesá 81.), Edmund Jacobsen (Oleif Joensen 71.), Arnbjørn Danielsen, Hans Fróði Hansen, Eyðfinn Olsen, Súni Fríði Johannesen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Aksel Højgaard og Páll Didriksen.


Kroatarnir og føroyingarnar

B68 hevur eisini staðið andlit til andlit við fleiri av teimum, sum í kvøld skulu royna at seta krúnuna á verkið, sum nýggja tjóðin, Kroatia, hevur framt í Fraklandi.

Í 1993 luttók B68 í europeisku meistarakappingini. Í undanumfarinum spældu teir ímóti Croatia Zagreb. 18. august vunnu kroatarnir 5-0 á Svangaskarði, og 1. september vunnu teir 6-0 í Zagreb.

Ta ferðina var Miroslav Blazevic venjari hjá meistaraliðnum úr Zagreb. Nú er hann venjari hjá kroatiska landsliðnum. Jógvan Norðbúð var venjari hjá B68 í 1993, og teir báðir høvdu tíðindafund saman bæði á Svangaskarði og á Maximir stadion í Zagreb. Tey, sum vóru til staðar ta ferðina, vita at siga, at Jógvan Norðbúð stóð einki aftanfyri núverandi venjaran hjá Kroatia!

Fleiri av spælarunum, sum nú mynda HM ferðalagið hjá Koratia, vóru við móti B68. Vit kunnu til dømis nevna Goran Vlaovic.. Tað var hann, sum økti til 2-0, tá kroatar fyri viku síðani oyðiløgdu HM hýrin á týskarunum. Aðrir, sum vitjaðu á Svangaskarði við Croatia Zagreb, vóru verjuspælararnir Zoran Mamec og Dario Simic og málverjin Drazen Ladic.

Á liðnum hjá B68 móti Zagreb á Svangaskarði vóru Olaf Magnussen, Jan Petersen, Jóhannes Danielsen, Eyðfinn Olsen, Oleif Joensen, Jákup Djurhuus (Jógvan Martin Olsen, 61), Hans Hansen (Ingolf Petersen, 78.), Súni Fríði Johannesen, John Petersen, Øssur Hansen og Aksel Højgaard. Í Zagreb spældur umframt teir flestu omanfyrinevndu eisini Ingemar Højgaard og Páll Didriksen.

Hóast Føroyar ikki í landsliðshøpi hava hitt Kroatia, so hava fleiri av kroatisku landsliðsspælarunum spælt ímóti føroyska landsliðnum. Tað gjørdu teir, tá Føroyar 16. mai í 1991 í Beograd taptu 7-0 ímóti Jugoslavia. Tá prutlaði tað av álvara undir lokinum á Balkan, og hetta var síðsta ferðin, at kroatar vóru á jugoslaviska landsliðnum. Millum kroatarnar, sum nú eru í Fraklandi og sum ta ferðina spældu ímóti Føroyum, vóru liðformaðurin Zvonimir Boban, toppskorarin David Suker, fyrrverandi stjørnuspælarin Robert Procinecki, og skjóti stríðsmaðurin við tí góða skotinum í vinstra borði, Robert Jarni. Drazen Ladic, sum verjir málið hjá kroatum í Fraklandi og sum eisini vardi málið hjá Croatia Zagreb á Svangaskarði í 1993, var á beinkinum hjá Jugoslavia hesa ferðina í 1991, og hann varð skiftur inn, tá tað restaðu 12 minuttir. Procinecki, Boban og Suker skoraðu allir hjá Jens Martini Knudsen.

Teir, sum í 1991 taptu 7-0 í Beograd til omanfyri nevndu kroatar og eisini til onkran, sum var á jugoslaviska liðnum í Fraklandi í summar, vóru: Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre, Mikkjal Danielsen, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen, Jan Dam, Magni Jarnskor (Jákup Símun Simonsen, 57.), Abraham Hansen, Torkil Nielsen, Kári Reynheim, Kurt Mørkøre (Jan Allan Müller, 48.).

Jú, føroyingar hava hitt nógvar av kendu monnunum, og vit kunnu gleðast um, at tað á sjónvarpsskíggjanum ber til at fylgja við í, hvussu tað gongst hjá teimum. At føroyskir landsliðsspælarar eina ferð í tíðini skulu uppliva at hitta hesar snillingarnar í einum HM endaspæli er og verður altíð ein ynskidreymur!