Ein av heimsins bestu selloleikarum konsert í Føroyum

Í hesum døgum vitjar ein av heimsins fremstu selloleikarum, Boris Andrianov, í Føroyum. Meðan hann er her, fer hann at spæla eina konsert, sum verður í auluni í Finsen nú mikukvøldið 22. mars, kl 19.30.

Sum ungur vann Boris Andrianov fleiri stórar altjóða kappingar og hevur eftir tað verið ein tann mest umbidni selloleikarin í okkara tíð. Hann spælir javnan kamartónleik saman við tónleikarum sum Julian Rachlin og Maxim Vengerov og hevur millum annað verið solistur við Israel Philharmonic Orchestra og St. Petersburg Philharmonic.

 

Á konsertini mikukvøldið fer hann at spæla saman við okkara royndasta klaverleikara, Jóhannesi Andreasen. Saman fara teir at leika klassisku variatiónirnar eftir Beethoven yvir tema úr Judas Makkabeus, villar tangotónar eftir Piazzolla og romantiskan kensluríkan tónleik eftir César Franck.

 

##med2##