Ein avbera friðarlig nátt

- Lítið fólk hevur verið í býnum, sigur løgreglan.

Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga, at undanfarna nátt hevur verið avbera friðarlig.

 

- Vit vóru úti í býarlívinum, men her var lítið fólk, og her var einki at vera úti til, sigur løgreglan.

 

Í dag er leygardagur, og tá kvøldið kemur, plaga fólk at fara í býin - gjarna fleiri leygarkvøld enn fríggjakvøld.

 

- Nú vóna vit bara, at hetta heldur fram, segði vaktleiðarin í morgun.

 

Síðan løgreglan læt hoyra frá sær gjáramorgunin, hevur einki verið, sum hevur almennan áhuga.