Ein bardagi við meg sjálvan

- Eg havi stríðst ein einsaman bardaga við meg sjálvan, sigur Christian Fróði Djurhuus, sum hevur skrivað sítt triðja yrkingasavn.

- Eg havi upplivað ein sálarligan ágang, bæði innanífrá og uttanífrá, og einastu ráðini hava verið at yrkt meg burtur úr áganginum. Tað hevur verið sera frígerandi at skriva.

 

Tað sigur Christian Fróði Djurhuus, sum í mong ár hevur stríðst við sálarsjúku, og sum hevur skrivað sítt triðja yrkingasavn, “Úti í haganum meðan skýming dettur úr vindeyganum”. Tað er forlagið Sprotin, sum er útgevari.

 

- Hetta savnið er skrivað í eini endurbúgvingarprosess til tað betra, sum hann málber seg og hann vísir á, at nakrar av yrkingunum bera dám av tí, hann rópar persónligar samtalur, feldar niður á pappír.

 

Høvundurin sigur, at hann í mong ár hevur stríðst ein stundum sera einsaman bardaga við seg sjálvan og hevur, sum mong eisini vita, stríðst við eina sálarsjúku, nevnd skisofreni ella hugklovningur, um tú vilt rópa tað so.

 

- At skriva hevur verið eitt sera frígevandi amboð til at hjálpa mær at málbera tað, sum eg ikki havi megnað at málbera á munnligan hátt, sigur Christian Fróði Djurhuus.