Ein betur javnleikur fyri FC Suðuroy

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við Gunleif Olsen (07 Vestur) og Salmund Bech (FC Suðuroy) her

07 Vestur og FC Suðuroy spældu javnleik 1-1 vesturi í Sandavági í dag.

 

Torstein Mýlingstind legði 07 Vestur á odda í 49. minutti. Búi Egilson javnaði fyri FC Suðuroy í 87. minutti.

 

Fyri løtu síðani prátaði in.fo/Rás2 við Gunleif Olsen, liðskipara hjá 07 Vestur, og við unga miðvallaran hjá FC Suðuroy, sum eitur Salmundur Bech.

 

FC Suðuroy eru lidnir við sínar uppgerðir við TB og 07 Vestur, og tí hevur Salmundur góðar vónir um, at teir kunnu halda 2. plássið, sum teir hava í løtuni við 38 stigum, meðan 07 Vestur hevur 37 stig.

 

Gunleif Olsen viðgongur, at 07 Vestur kundi vunnið, men hann fegnast um, at teir hjá 07 Vestur enn eru væl við í stríðnum um uppflyting.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar við Gunleif Olsen og Salmund Bech. Tíverri er ljóðgóðskan minni góð á tí seinnu samrøðuni. 

 

(Mynd: jn.fo)