Ein Blanding í Tvøroyrar Klubba

At fáa eina blanding í einum klubba er ikki løgið í sjálvum sær, men hesaferð er talan um bólkin Ein Blanding, sum fer á pall í Tvøroyrar Klubba leygarkvøldið.

Ein Blanding er vælmannaður bólkur úr Suðuroynni, ið telur royndar tónleikarar. Leygarkvøldið fer bróðurparturin av manningini á pall í klubbanum á Tvøroyri. Jonhild, Knút, Hjalmar og Dagfinn borga fyri góðum nýggjum, yngri og eldri tónleiki, so okkurt er til mestsum øll oyru.
Bólkurin Ein Blanding hevur verið sera umbiðin og virkin í vetur og leygarkvøldið eru tað klubbagestir á Tvøroyri, ið kunnu njóta blandaða tónleikin.