Ein brølapa

Peter Pedal er filmur fyri smærri børn um eina apu, ið er so forvitin, at hon mangan kemur illa fyri av hesum.

Kim Simonsen



Nátturusøguliga Forngripagoymslan er komi illa og skal skræðast niður. Fólk koma ikki longur og tilboðið um at byggja eitt parkeringspláss har Forngripagoymslan er alt meiri lokkandi. Tað er serliga Bloomsberry Jr., ið heldur at hetta er leiðin at fara, men fyri gamla Mr. Bloomsberry, er hetta ein vanlukka. Honum leingist eftir uppdagingum, og at fara út í heimin at finna stórar uppdagingar, ið kann fáa fólk at koma á gátt. Ted er ungi hjálparmaðurin, ið er ein ordans bókaormur. Maggie lærarinnan kemur altíð framvið at hyggja eftir honum við skúlaflokkinum, men hetta leggur hann ikkki til merkis. Ted vil gera alt hann er førur fyri at, fyri at bjarga Forngripagoymsluni. Hann vil fegin til Afrika at finna Zagawa-stammuna og teirra heilt serligu gudamynd. Síðani fer hesin Ted til Afrika í einum ordans tropuuniformi, og á henda hátt kemur hann at møta lítlu apuni. Hendan apan kemur at krógva seg í skipinum tá Ted skal heim aftur til Amerika.

Maðurin við gula hattinum

Søgan um Peter Pedal, sum í veruleikanum er ein sjimpansa, byrjaði í Hamburg í Týsklandi.
Her komu Hans Augusto Reyersbach og kona hansara Margarete Elizabeth Waldstein at tekna ymiskar tekningar til eitt sirkus. Seinni flýddu tey til Rio de Janeiro. Her fóru tey at kalla seg H.A. og Margret Rey. Tey gjørdust seinni forelskaði í Paris og tey livdu av at hann teknaði. Tey gjørdu seinni bókina Cecily G and the 9 Monkeys. Hann teknaði og hon skrivaði søgurnar. Í bókini var apan Fifi. Seinni komu tey til New York, har forlagið Houghton Mifflin bjóðaði teimum at gera fýra bøkur um hendan figurin. Tá tær útkomu í Danmark kallaðust tær Peter Pedal. Gjøgnum tíðina komu tey at gera sjey bøkur um Peter Pedal.

Filmurin er nokso fittur, og er góður til tey smáu.

3 stjørnur av 6.


Peter Pedal

Leikandi:
Ted            Martin Brygmann
Maggie            Kaya Brüel
Bloomsberry            Henning Moritzen
Bloomsberry Jr.        Christian Damsgaard


Leikstjóri Matthew OCallaghan. Frumframførdur í Havnar Bio fríggjadagin 4 august.