Ein brandmaður førdur á sjúkrahúsið

Hann føldi seg illa til passar og er førdur á sjúkrahúsið

Fólk, sum in.fo hevur tosað við, siga, at nú er eldurin um reppið at vera sløktur. Ætlanin er nú at fara við einum stigabili og spræna vatn niður yvir bygningin.

 

Jón Klein Olsen segði við in.fo fyri løtu síðani, at tað munaði væl tá fyrst Brimil og síðani Tjaldrið og Samson komu til hjálpar í sløkkiarbeiðinum.

 

Eitt skifti vóru sløkkiliðsmenninir tó bangnir fyri, at nógvi hitin fór at gera, at tað festi í yviri í timburhandlinum hjá Richardi B. Thomsen, sum liggur beint yvir av Varðanum Pelagic. Tíbetur kom tað ongantíð so langt.

 

Ein sløkkiliðsmaður føldi seg illa til passar av roykinum og er førdur á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar.